Í juni spældi Teitur í Tivoli, og konsertinnihaldið var fløgan Poetry & Airplanes.
Teitur fer aftur á pall í Danmark við hesum tónum, men tá verður tað í Vega í Keypmannahavn og í Train í Aargus, og hetta hendir í september og oktober.
Sambært gaffa.dk hendi tað eftir útikonsertina í Tivoli, at Teitur fekk hug at spæla hetta sama inni undir taki. Og tað hendir so í Vega 30 september og Train 1. oktober.