Teitur við nýggjari útgávu mánadagin

Mánadagin kemur nýggj fløga við Teiti Lassen. Fløgan hevur heitið Let The Dog Drive Home. 4. oktober kemur nýggja fløgan hjá Teiti, ið nevnist Let The Dog Drive Home.

Danskir ummælarar fegnast, uttan tó at missa fótafestið.

Ekstrablaðið metir fløguna at vera góða, tó heldur svøvntunga í støðum. Men støðið sum troubadourur hevur góði og eksotiski sangskrivarin úr Føroyum og ummælarin sammetir fløguna við ein biltúr í náttúruni við niðurrullaum rútum. Ymisk løg verða drigin fram og mett at eiga neyðugar dygdir og tilrættaleggingin av løgunum fær rós.

Danska tónleikablaðið Gaffa heldur eisini, at fløgan hjá Teiti er góð. Eisini her verða løg tikin fram, meðan eitt sindur av iva tykist vera um heildarmyndina.

Bæði ummælini eru jalig og geva bæði Ekstrablaðið og Gaffa útgávuni hjá Teiti 4 stjørnur.