Teitur við nýggjari útgávu í morgin

Y Arpeggios fyri klaver. Talan 5 klaverstykkir.

Teitur gevur í morgin út nýggja EP útgávu.



Talaner um 5 klaverstykkir, sum Teitur hevur innspælt í Studio Bloch í Havn.



Teitur arbeitt við sonevndum arpeggio tónarøðum, sum hann speglar og sum tilsamans mynda smáar, einfaldar, men sera vakrar og hugfarsligar klaverkompositiónir.



Sum skilst er taln um at mynda sonevnd Y mynstur, heldur enn vanliga akkordsamanseting. Tá mentanarvirðislønir herfyri vórðu handaðar, spældi Teitur hendan tónleikin, og tá komu myndir á stórskíggja, sum Margrethe Odgaard hevur gjørt. Samband er millum tónleikin og myndirnar, har eitt prent er til hvørt klaverstykki, og ein litur er sameindur við ávísa tónalegu.



www.listaportal.com  veit at siga, at Teitur í løtuni er á ferð í Týsklandi 

undir heitinum Ich bin das Chaos saman við kendu týsku songkvinnuni og sangskrivaranum Judith Holofernes. 

Ferðaskrá:



15.03. Frankfurt, Sankt Peter
16.03. Leipzig, Täubchenthal
17.03. AT-Wien, Szene
18.03. München, Muffathalle
20.03. Köln, Gloria Theater
21.03. Berlin, Lido
22.03. Hamburg, Mojo