Teitur við í Vild med dans

Í kvøld byrjar danska sjónvarpsrøðin Vild Med Dans aftur, og eitt av pørunum skal dansa til tónleik hjá føroyska Teiti Lassen. Føroyski sangarin Teitur Lassen verður við, tá danska TV2 í kvøld fer undir nýggja røð av Vild Med Dans.

 

Teitur skal ikki dansa sjálvur, men tónleikur, sum hann hevur givið út, verður brúktur í sendingini í kvøld.

 

Patrick Wozniacki, sum er beiggi tennisstjørnuna Caroline Wozniacki, og hansara dansipartnari Claudia skulu dansa til sangin Sleeping With The Lights On hjá Teiti.

 

Vild Med Dans kann síggjast á TV2 í kvøld frá klokkan 19.00