Teitur vrakar Universal og gevur sjálvur nýggju fløguna út

Teitur gevur 1. mai fløguna Stay Under The Stars út, og hóast Teitur hevði sáttmála við Universal, er hesin sáttmáli ikki galdandi longur, fløgan kemur út á nýggja plátufelagnum Arlo & Betty.

Nýggja fløgan hjá Teitur var fyri nøkrum vikum, síðan liðugt ljóðblandað, og 1. mai verður hon givin út í Danmark, meðan hon verður útgivin 15. mai í Svøríki og Noregi. Christian Ulf_Hansen umboðsmaður hjá Teituri sigur, at sum er, kemur fløgan eisini út í Føroyum 1. mai. Men hann tingast í løtuni við útbreiðslu felagið í Norður Londum Playground Music, um at fáa hana út 28. apríl í Føroyum. 3arin er tann handilin, ið hevur selt flest Teitur fløgur í heiminum, og teir hava uppiborið at vera teir fyrstu, sigur Christian.
 
Frálík fløga
Tey, ið hava hoyrt fløguna lata sera væl at. Christian sigur somuleiðis, at bæði hann og Teitur er nakað so øgiliga væl nøgdir við úrslitið. Á fløguni verða millum annað nógv av løgunum, ið vit hava hoyrt, hann spælt á konsertum seinasta árið. Her er um løg, sum tað droymandi og lokkandi Waiting for Mars to come out,  tað myrka og ófrættakenda lagið Hitchiker, Thief about to break in og festliga næstan Frank Zappakenda lagið Last kid on the playground. Hesi løg vísa øll eina eitt sindur skitnari og nógv sterkari síðu av Teitur, so tað verður spennandi at hoyra úrslitið
Upptøkur og ljóðbland eru gjørd í London, har bæði Teitur og Martin Terefe búgva. Martin Terefe er sera royndur tónleikaframleiðari, sangskrivari og ljóðblandari.
 
Uppsagt samstarvið
Í sambandi við útgávuna hava Teitur og umboðsmaður hansara valt at siga sáttmálan við risa fyritøkuna Universal upp, og hava stovnað sítt egna plátufelag Arlo & Betty. Sambært umboðsmanninum <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Christian Ulf-Hansen&quot;$?$end$!$Christian Ulf-Hansen</st1:PersonName$?$end$!$ er hetta navnið íblást av tveimum av yndis kassagittarunum hjá Teituri.<BR>Orsøkin til, at Teitur og umboðsmaðurin hava valt at siga samstarvið við Universal upp, er tónlistarlig ósemja við A&R mannin hjá Universal, sigur <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Christian Ulf-Hansen&quot;$?$end$!$Christian Ulf-Hansen</st1:PersonName$?$end$!$, ið sigur, at teir annars vóru væl nøgdir við Universal. Men Teitur hevur flutt seg tónlistarliga ein annan veg, enn A&amp;R umboðið hjá Universal vildi, og bæði Christian og Teitur ynsktu at halda fram á tí leiðuni, ið Teitur er farin. Tí avgjørdu teir heldur at siga sáttmálan upp, enn at gera A&amp;R umboðum eftir vild<BR>