Teknikapping um royking

1200 tekningar komu inn til stóru kappingina, sum varð hildin á torginum í SMS í sambandi við altjóða roykfría dagin 31. mai

Tað vóru Astma- Allergifelagið, Hjartafelagið og Føroya Felag ímóti Krabbameini, ið saman við Apoteksverkinum og Fyribyrgingarráðnum skipaðu fyri degnum í ár.

Teknikapping
Fyri børn var ein stór teknikapping, og staðfestast má, at hon fekk stóra undirtøku. Kappingin var fyri børn upp til 14 ár, og ikki færri enn 1200 tekningar komu inn.
Sum skilst, komu tekningar bæði úr skúlum kring landið, men eisini frá einstaklingum, sum teknaðu heima.
Í sambandi við kappingina vóru tað eisini fleiri lærarar, ið nýttu høvið at undirvísa næmingunum um vandan við royking.
Kappingin var býtt upp eftir aldri í 3 partar, og vinnararnir vóru:

<sum$?$end$!$Í bólkinum børn upp til 7 ár, var vinnarin, Fróði Mørkøre, Klaksvík<BR><sum$?$end$!$Í bólkinum, 7-10 ár, var vinnarin Barbara Eiriksfoss, Tórshavn<BR><sum$?$end$!$Í bólkinum, 11-14 ár, var vinnarin Jónhild Magnussen, Miðvágur<BR>
Spurnarkapping
Hóast tiltakið serliga vendi sær til tey yngru, vóru tey vaksnu tó heldur ikki gloymd.
Ein spurnarkapping var nevniliga bæði í Sosialinum og í Dimmalætting til tey vaksnu.
Vinnararnir av kappingini vóru:

1.Ein ferðaseðil frá Atlantic Airways: Sólrun Luid, Trongisvágur
2.Ein gáva frá Landsstýrismanninum í Almanna- og heilsumálaráðum: Isabella Sivertsen, Norðdepil
3.Eitt gávukort uppá kr. 1.000 at nýta í Handlunum í SMS: Oddmar Selfoss, Sørvágur.

Tiltakið í SMS var væl vitjað og góðir møguleikar vóru at nema sær kunnleika um royking.


Myndatekstur: Hans Pauli Strøm við vinnarunum av teknikappingini: Barbara Eiriksfoss úr Havn, Fróði Mørkøre úr Klaksvík og JónhildMagnussen úr Miðvági.