Nú kjakið um Muhammed-tekningarnar aftur er komið í hæddina, hevur hetta eisini fingið ítróttarligar avleiðingar fyri Danmark. Soleiðis kravdi stjórnin í Egyptalandi, at ætlaði U19-landsdysturin móti Danmark varð avlýstur. Lars Behrendt, kunningarleiðari hjá DBU, harmast um avgerðina, sum altso er tikin av stjórnini og ikki fótbóltssambandinum í Egyptalandi. – Eg kann bara siga, at tað í ymsum pørtum av heiminum eru ymiskar tilgongdir til, hvussu samveran kring ítrótt skal skipast. Og tað er altíð keðiligt, tá ítróttin verður partur av eini politiskari dagsskrá, sigur hann.