Teknisku sporini prógva morð

Enn leitar løgreglan eftir Dánjal Petur Hansen, sum hvarv fyri meira enn tveimum vikum síðani.

Og løgreglan leitar eftir einum líki, tí sambært Bergleif Brimvík, kriminalovasta, er Pidde fyribeindur.

Bergleif Brimvík segði við Útvarpið klokkan tvey, at teknisku prógvini vátta, at Piddi er dripin. Hann segði víðari, at kriminalteknikararnir úr Danmark verða lidnir við teknisku kanningarnar í dag.

Leitingin hevur seinastu dagarnar savnað seg um brennistøðina hjá IRF á Hagaleiti og um øskuna frá brennistøðini, sum verður burturbeind í Oyndarfirði.

Eisini í seinninevnda stað verður leitingararbeiðið liðugt einaferð í dag.

Leitað verður eisini við fjarskotnar og lítið brúktar vegir, og løgreglan vikl framvegis fegin hoyra frá fólki, sum vita nakað at siga um silvurgráa Skoda Fabia stationvognin, sum løgreglan er vís í er brúktur at beina líkið av Pidda burtur við.

Leitingin heldur annars fram.