Tekniskur leiðari settur í Sunda kommunu

Á býráðsfundi 28. august 2023 samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt, at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Súsonnu Árnadóttir Jensen sum tekniskan leiðara.

 

Súsanna er 34 ára gomul, búðsitandi á Oyri, og er útbúgvin byggifrøðingur.

 

Tekniska økið í Sunda kommunu er skipað við tekniskum leiðara, tveimum málsviðgerum og tveimum eindum við umsjónarmonnum.

 

Hetta skriva sunda kommuna á sunda.fo.