Tekur eitt ár

SKEIÐSDEPIL - Vit byrjaðu arbeiðið í apríl mánaði í fjør, og higartil hevur tíðarætlanin hildið. Í hesi vikuni koma málararnir, so tú sært, at her er gongd í, sigur arbeiðsformaðurin Tórur Strøm. Saman við øðrum er hann í ferð við at gera skeiðsdepilin Immanuel í Skálavík til veruleika. Arbeiðið verður liðugt um tríggjar mánaðir og verður depilin tikin í nýtslu fyrst í mai mánaði í ár.

Skálavík: - Vit ætlaðu at byggingin skuldi taka eitt ár, so tað líður væl. Tað skuldi verið løgið um vit ikki halda tíðarætlanina, sigur hann.

Tórur starvast hjá byggisamtakinum Jón Nielsen í Vági, og hevur verið við heilt frá byrjan av.

Tá vit vitjaðu í skeiðsdeplinum mikudagin arbeiddu menn bæði inni og úti. Millum teir mongu handverkararnar vóru blikksmiðir, timburmenn og aðrir við ávísum uppgávum uttanfyri.

Innanfyri sæst væl farvegurin eftir tí sum handverkarar longu hava gjørt, og framvegis eru í ferð við. Eitt av arbeiðunum er innrætting av kømrunum.

Ætlanin er, at hvørt einstakt av teimum 12 kømrunum skal verða útgjørd við tí nýggjasta innan samskifti. Soleiðis fer hvørt kamar at hava sjónvarp og netsamband, eins og høvið verður at lurtað eftir teimum trimum útvarpsrásunum og at hoyra tað, sum gongur fyri seg í høllini.

- Her skulu nógvir kaðalar dragast, sigur Tórur Strøm, og vísir til menninar hjá Ljóð-Tøkni sum taka sær av hesum arbeiðinum.

Tá teir fóru undir arbeiðið á vári í fjør var økið planerað, og hava teir síðani monterað elementini ið komu úr Danmark, og annars gjørt alt hitt arbeiðið.

Og tað er ikki hissini ætlan sum teir eru farnir undir: Bygningurin er 1500 fermetrar stórur, og hevur stóra høll, spísisal, køk, kømur og alt ið hoyrir við til ein slíkan skeiðdepil.

- Eg havi hoyrt teir tosa um, at tað kanska skal gerast eitt campingpláss her aftanfyri. Men tað veit eg ikki nærri um, sigur Tórur Strøm.


Vilja leiga húsið

Tað er grunnurin Immanuel ið stendur aftanfyri byggingina av skeiðsdeplinum í Skálavík.

Ein nevnd er vald at taka sær av arbeiðinum, og í hesi nevndini sita: Birgir Nielsen, Hjørdis Háberg Petersen, Beinta Jacobsen og Heðin Lamhauge.

Sum skilst er stórur áhugi fyri at leiga húsið. Í øllum førum ein samkoma hevur ynskt at leiga skeiðsdepilin eitt vikuskifti.




Mvg’ið endurgoldið

Stuðulin frá tí almenna verður nú broyttur, tá talan er um at byggja til ítróttar- og frítíðarvirksemi. Beinleiðis stuðulin á fíggjarlógini er strikaður, og í staðin verður MVG-lógin broytt, so meirvirðisgjaldið verður afturgoldið.

Tvær byggiætlanir, sum verð fevndar av nýggju lógini, er Saltsiloin á Drelnesi og hesin skeiðsdepilin í Skálavík, sum reiðarin, Eiler Jacobsen, sáli gav bygdini.

Higartil hevur bygging til frítíðar- og ítróttarvirksemi verið stuðlað við árligari játtan á fíggjarlógini, men trupulleikin hevur mangan verið, at játtanin var ov lítil til stóra talið av umsóknum.

Lógarbroytingin verður galdandi frá 1. januar 2010, tí tá varð byggistuðulin til ungdómshús, bygdarhús og til ítróttaranlegg strikaður av fíggjarlógini, og MVG-endurgjaldið kemur í staðin.

(kelda: kringvarp.fo)


KLÁRT

- Vit verða lidnir við arbeiðið í apríl mánaði, sigur arbeiðsformaðurin, Tórur Strøm. Skeiðsdepilin í Skálavík er 1500 fermetrar stórur og fer at venda sær til vinnulív, feløg, samkomur og onnur