Teldlar føra til kropsligt óvirkni og ringar vanar

Fólkaheilsuráðið mælir til at børn hyggja minni í skermar

Fólkaheilsuráðið mælir til at børn ikki brúka ov nógva tíð við teldli, tí børnini verða alt ov óvirkin kropsliga. Tíðin, har tey sita niðri við teldlinum er tíð, sum tey ikki eru virkin í, sigur Magni Mohr, formaður í fólkaheilsuráðnum.

 

-Børn í dag eru nógv meir óvirkin kropsliga enn tey vóru fyri bert fáum árum síðani. Hetta er eisini galdandi fyri børn, sum íðka ítrótt. Einasta undantakið eru tey børn, sum ganga til kappingarítrótt, og tey eru í stórum minniluta, sigur Magni Mohr.

 

Hann greiðir frá, at ovurnýtsla av teldlum leiðir til ringar vanar, sum eru torførir at basa seinni í lívinum. Ert tú kropsliga óvirkin í barnaárunum, so er sannlíkt at tú eisni verður tað tá tú verður vaksin, og tá ert tú beinleiðis vanda fyri lívsstílssjúkum.

 

-Hevur tú verið aktivur í barnaárunum, so leggur tú grundarlag fyri vanar, sum tú kanst varðveita gjøgnum lívið.

 

Myndin er tilvildarlig