Telvararnir máttu bíða í tveir dagar

Talv: Føroyska landsliðið telvaði í gjár sín fyrsta dyst í talvolympiaduni í Kalmykia móti Rumenia. Olympiadan skuldi byrjað sunnudagin, men varð av onkrari orsøk útsett

Árið í ár er olympiaduár í talvheiminum, og hesaferð skal olympiadan vera í Kalmykia, sum liggur í Russlandi við Kaspiska Havið.

Føroyingar vóru fyrstu ferð við í talvolympiaduni í 1970, tá Føroyar fekk limaskap í altjóða talvsambandinum. Tá varð kappingin í Siegen í Týsklandi, og síðani hava Føroyar verið umboðaðar hvørja ferð burtursæð frá 1986, tá norðurlond boykottaði kappingina, tí Sameindu Arabisku Emiratini, sum skipaðu fyri kappingini tað árið, ikki vildu loyva Ísrael at luttaka.

Úrslitini hava verið misjøvn. Í 1970 varð føroyska liðið, sum tá var Hans Petersen, Jóan P. Midjord, Thorstein Vilhelm og Olaf Durhuus (Jákup Thomsen og Henry Olsen vóru eisini á liðnum, men telvaðu ikki hetta umfarið) kastaðir fyri leyvurnar so at siga beinanvegin, tá teir skuldu telva móti sovjettisku heimsmeistarunum. Sum vera man vórðu føroyingarnir hølvaðir av, men hetta var so eitt gott høvi at vísa, at Føroyar vóru við.

Síðani tá hevur tað gingið upp og niður. Eitt nú kunnu vit nevna talvdystin í filipinska høvuðsstaðnum Manila millum Føroyar og Danmark, har tað var sera nær við, at »lítlibeiggi« á »stórabeiggja«. Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Á 2. borði vann Heini Olsen á Carsten Høi, sum stutt frammanundan hevði vunnið danmarksmeistaraheitið fyri triðju ferð. Jens Christian Hansen tapti á 3. borði sítt talv, meðan hini bæði endaðu við remis, men har bæði John Rødgaard og Torbjørn Thomsen høvdu góðar støður og kundu vunnið.

Eitt annað sera gott úrslit fingu føroyingar í Novi Sad í 1990, tá Føroyar spældu javnt 2-2 móti Rumenia. Her gjørdi serliga toftamaðurin Jens Christian Hansen vart við seg við at vinna á altjóða meistaranum Ionescu, sum spældi sær av við ein mann tíðliga í talvinum.


Í Jerevan

Seinast, talvolympiada var, var fyri tveimum árum síðani í armenska høvuðsstaðnum Jerevan. Hetta var 32. talvolympiadan og tann trettanda hjá føroyingum. Við á føroyska liðnum í Jerevan vóru John Rødgaard, Heini Olsen, Torbjørn Thomsen, Eyðun Nolsøe, Rógvi W. Rasmussen og Ólavur Simonsen. Besta úrslitið kom helst í seinasta dystinum móti Egyptalandi. Hann endaði 2-2 ? føroyingar vunnu á 1. og 2. borði, men taptu á 3. og 4. borði.

Annars varð henda olympiadan merkt av ringu støðuni, sum var í Armenia, ið eisini var merkt av borgarakrígnum í Tjetjenia og av stríðnum við grannalandið Aserbadjan um landslutin Nagorno-Karabakh. Fyri føroyingarnar var tað eitt sindur hugstoytt at síggja neyðina í landinum samanborið við eitt nú stóru høllina, telvað varð í.


Nær við sterkastu uppstilling

Liðið, sum nú er í Kalmykia, er eitt tað sterkasta, Føroyar kunnu stilla við í løtuni. Heini Olsen, sum er ovast á føroyska styrkilistanum, gav avboð, men annars munnu teir seks, sum eru við, vera teir sterkastu, vit eiga. Teir eru: John Rødgaard, John Arni Nilssen, Rógvi W. Rasmussen, Flóvin Þór Næs, Ólavur Simonsen og Torbjørn Thomsen.

Av hesum vóru John Arni Nilssen og Flóvin Þór Næs ikki við í Jerevan fyri tveimum árum síðani, men báðir hava fingið góð úrslit síðani tá, bæði her heima og uttanlands.

Talvolympiadan skuldi byrja sunnudagin, men av onkrari orsøk varð hon útsett. Telesambandið til Kalmykia er ikki av teimum bestu, og eftir hvat skilst er skilið í landinum heldur ikki á hædd við vesturheimin. Fleiri lond, teirra millum Danmark, hava eisini valt ikki at senda nakað lið til olympiaduna hesaferð.

Á heimasíðuni hjá altjóða talvsamdaninum FIDE eru vit komin framá, at Føroyar í fyrsta umfari, sum varð telvað í gjár, skuldi møta Rumenia, sum vit ikki hava telvað ímóti síðani í 1990, tá vit sum áðurnevnt fingu javnleik 2-2.

Talvini í gjár vóru: John Rødgaard-Istratescu, John Arni Nilssen-Nisipeanu, Rógvi W. Rasmussen-Nevednichy, og Flóvin Þór Næs-Vajda.

Ein hørð byrjan fyri føroyska liðið, men man tað ikki fara at eydnast at fáa okkurt stigið kortini?