Tem skiftir til Søllerød-Vædbæk

Tem Hansen skal komandi hálva árið spæla við Søllerød-Vædbæk í triðbestu donsku deildini

Fótbóltur

- Hann kann verða við til at bjarga okkum sætið í deildini. Venjararnir hildu hann vera áhugaverdan, og so gjørdu vit eina avtalu, nú hann ikki longur er bundin at Lyngby.

Soleiðis sigur Claus Larsen, stjóri í Søllerød-Vædbæk, við bold.dk, nú tað er greitt, at Tem Hansen komandi hálva árið skal spæla við felagnum.

Søllerød-Vædbæk liggur í løtuni á aftasta plássinum, fýra stig frá bjargingini, í 2. division øst.