Ð tema í Maverick leygarkvøldið

Í samband við Ð blaðið kemur út aftur einaferð næsta ár, skipar cowboy barrin í Klaksvík leygarkvøldið 17. november fyri Ð tema. Tað vera Ð-kvinnur, sum vera barrvørir í Maverick (har ímillum Connie Brockie). Til ber eisini at vera avmyndaður við teimum og Ð-drinks eru at fáa. Til leygarkvøldið spælir eisini legendan í Hjarnum, Karl Martin Samuelsen, live tónleik.

 

Fríggjakvøldið 16. november spæla gittarleikarirnir úr IAM Mikkjal Hvannastein og Kristian Jacobsen live tónleik, har ymiskt annað áhugavert eisini verður. Sunnudagin er ?hangover? party, har tað eisini er frítt gittarspæl allan dagin. Sostatt hevur Maverick veruliga spíla seg út við ?live? tónleiki í Klaksvík, har ikki kann sigast annað enn, at cowboybarrin tjóðstartaði býarlívið & musikklívið í Klaksvík av nýggjum.