Tema um sjúkraverk

Eg var ein av teimum mongu, sum sat og lurtaði eftir sendingini, nakað, sum viðkemur øllum, tað muga øll jú lurta eftir, tá tað geldur okkara sjúkhúsverk og fólk kundu ringja inn

Tað var nú gott onkur ringdi, summi høvdu notið gott, onnur ikki, soleiðis er tað bara. Eg havi verið sjúklingur bæði í Havn og Klaksvík, har var gott at vera. Tey vóru fitt og blíð, gjørdu hvat tey kundu, nú ljóðar tónin ein annar, so nógvar atfinningar, so nógvar skerjingar, einki røkkur til, læknar fara, portørar siga upp.

Onkur nevndi vist Jón á Steig, um yvirlæknan Paula Dahl at hann skifti perir ella skrúvaði perir leysar. Hann var vist ein sparsommiligur maður, hvat mundi hann sagt í dag, eg havi nú sjálv hoyrt hann siga: Hetta var dýrasta hospital í verðini hvat mundi hann sagt í dag? Vit hoyra um hugburðsbroytingar - nú er alt jú øðrvísi í dag, sjúkrasystrarnar fyrr tær vóru til tær fóru frá fyri aldur, nú er har øðrvísi, tær renna og eru stressaðar.

So var ein spurningur sum ofta er at hoyra. Um tað skulu vera trý sjúkrahús ella eitt - sjálvandi øll trý. Tí tað sigur seg sjálvt, des nærri hjálpin er, des betri. Vit hava trý vælfungerandi sjúkrahús. Suðringar í suðri og norðingar í Klaksvík. Nú var Tvøroyrar sjúkrahús ikki so nógv við í hesi sending - bara Klaksvík. Um so alt annað nú á døgum er broytt. Sjúkrahúsrøkt og patientar tað eiga til alla tíð at fáa fyrstu røkt.

Gud signi tykkum øll, ið arbeiða við sjúkhúsverkið.