Fyri at prógva og skjalfesta tørvin á tannrøkt hjá børnum, samdust tannlæknarnir í Føroyum um, at fara undir at skráseta tannheilsuna hjá øllum børnum í Føroyum.
Í 1986 kom lóg um skúlatannlæknar í gildi, og í 1998 kom eisini lóg um barna- og ungdómstannrøkt í gildi. Sostatt fáa øll føroysk børn í aldrinum 0-16 ár viðgerð og fyribyrgjandi tannrøkt.
Staðfestast má, at skipaða tannrøktin hevur givið úrslit.
Í 1991 vóru einans 9,33 % av av teimum 7 ára gomlu, sum høvdu frískar barnatenn, meðan talið í 2003 var 23,59%. Tað er ein vøkstur uppá 152%.
Somuleiðis vóru tað í 1991 bert 3,57% av teimum 15 ára gomlu, ið høvdu frískar vaksnamannatenn, meðan talið í 2003 var komið upp á 17,54%. Hetta er ein vøkstur uppá 391%.
Sundalagið vánaligast barnatenn
Av skrásetingarheftinum gongur týðiliga fram, at talið av brendum tonnum er nógv minkað frá 1991 til 2003. Bæði hvat viðvíkur barna- og vaksnamannatonnum. Serliga frá 1991-1997 gekk minkingin sera skjótt.
Av tí, at talvurnar í skrásetingarheftinum eru býttar upp í postøkið, gongur týðiliga fram hvørji øki í landinum hava havt serliga stóra framgongd.
Í 1991 hevur Sundalagið nógv tann størsta stabban, av brendum og plomberaðum barnatonnum.
Teimum á baki koma bygdirnar í Norðoyggjum, og síðani koma børnini í Nes kommunu.
Sundalagið er eisini tað postøkið í landinum, ið hevur størstan bata frá 1991-2001. Men hóast hetta, so var Sundalagið í 2001 væl omanfyri landsmiðaltalið. Bestu barnatenninar í landinum vóru í 2003 í Fuglafirði og Leirvík. Har vóru umleið tríggjar ferðir so fáar skaddar og viðgjørdar tenn, sum í Sundalagnum.
Havnin er økið, ið javnt hevur havt tær bestu barnatenninar.
Sandavágur størstu framgongd
Hvat ið vaksnamannatonnum hjá 12 ára gomlum viðvíkur, hevur Sandavágur havt nógv størstu minking. Í 1991 var talið av brendum og plomberaðum tonnum, hjá 12 ára gomlum, nógv størst í Føroyum. Tað var tá fimm ferðir so stórt, sum tað var í 2003.
Tey 12 ára gomlu í Vestmanna, Kvívík og Gøtu hava havt nógv bestu vaksnamannatenn í landinum. Í Vestmanna og Kvívík er ein stór minking at síggja frá 1991-1997, men eftir tað, hevur hetta talið verið javnt gott øll árini.
Sum heild má staðfestast, at barna- og ungdómstannrøktin hevur havt sera stóra ávirkan á tannstøðuna hjá børnum og ungum í Føroyum. Í hesi 12 árini, sum kanningin hevur varað, eru tenninar batnaðar ógvuliga nógv.