Føroyar hava í fínum fótbóltslíkindum á Tórsvølli í kvøld lagt rygg til stórtap. Mótstøðuliðið í U-21 EM undankappingardysti var Finnland, sum er á veg til hús við 6-1 sigri!
Katastrofala løtan vóru síðstu minuttirnir undan steðginum. Eftir at Hákun Edmundsson við góðum skoti av brotsteigarmarkinum hevði javnað til 1-1, skolaðu trý mál ígjøgnum síðstu minuttirnar fram ímóti hálvleikinum.
Finnland setti hol á í átjanda minutti, seytjan minuttir undan steðginum øktu finnlendingar til 5-1, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, staðfestu finnlendingar risa sigurin við tennisúrslitinum 6-1.
Føroyski venjarin Bill Jacobsen harmast:
-Hetta var ein ordiliga keðiligur dystur á Tórsvølli. Í 34. minutti javnaðu vit til 1-1, og tá hevði eg kenslu av, at góður møguleiki var fyri at vinna gott úrslit. So gekk av skriðuni, vit fóru í svart, og tá ið vit fóru til hálvleik var longu 4-1. Sum í fyrra hálvleiki spældu vit eisini í seinna hálvleiki okkum til málmøguleikar, men tað eydnaðist einki. Tað er skomm at tapa 6-1 á heimavølli, men eg haldi, at tað í uppspælinum í løtum var okkurt gott at síggja. Í verjupartinum gekk ikki væl. Finnlendingar fóru alt ov lætt ígjøgnum verjuna, og tað er sera harmiligt, sigur Bill Jacobsen.
Fjúrtan av føroysku spælarunum hava møguleika at vera við í næstu kapping:
-Talan er um spælarar, sum kunnu mennast. Tað sást í kvøld, at tað restaðu royndir, men vit ugga okkum við, at hetta kunnu vit gera betri. Vit eru sera vónbrotnir, sigur Bill Jacobsen.
Føroyski liðformaðurin og miðverjin Andrias Eriksen er vónbrotin:
-Tað kostaði, at vit ikki vóru neyvir í verjupartinum. Teir fingu stóra úrtøku, og tað er sera harmiligt, at vit tapa 6-1 í tí dystinum, har vit kanska hava fleiri gjøgnumspæld álop, enn vit hava havt í øðrum dystum. Hetta er ræðuligt, sigur Andrias Eriksen, sum harmast stórliga um, at tað ikki eydnaðist at vera meiri konsekventir í verjupartinum.
-Teir vóru kvikir, men eg haldi ikki, at hetta liðið fótbóltsliga telist millum tey bestu, sum vit hava hitt, men úrslitið talar fyri seg, sigur liðformaðurin á føroyska liðnum Andrias Eriksen í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2.
Føroyar-Finnland 1-6 (1-4)
U-21 EM undankappingardystur á Tórsvølli hósdagin 3. juni 2016kl. 18.00
0-1: Jasse Tuominen 18.
1-1: Hákun Edmundsson 35.
1-2: Fredrik Lassas 38.
1-3: Daniel O`Shaughnessy 42.
1-4: Vahid Hambo 45.
1-5: Vahid Hambo 73.
1-6: sjálvmál 92.
Dómarabólkur: Johnny Casanova (San Marino), Francesco Lunardon (San Marino), Salvatore Tuttifrutti (Italia) og Daniele Dadamo (Italia)
Føroyar: Elias Rasmussen - Leivur Joensen, Andrias H. Eriksen, Teitur J. Olsen, Gestur B. Dam - Hákun Edmundsson, Jonas Gejel Hansen (Jákup B. Andreasen, 81.) - Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen (Jákup Vatnhamar Olsen, 61., Teit Jacobsen (Petur Knudsen, 69.) - Jákup L. Thomsen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Karstin Hansen, Benjamin Heinesen, Jákup Hansen, Meinhard E. Olsen
Gult kort: Teitur Olsen
Venjari: Bill Jacobsen
Hjálparvenjari: Eli Hentze
Finnland: Otso Virtanen - Dani Hatakka, Sauli Väisänen, Daniel O'Shaughnessy, Richard Jensen (Mikko Vittiko, 82.) - Matej Hradecky, Ahmend Kabashi (Hampus Holmgren, 39.), Glen Kamara, Fredrik Lassas - Jasse Tuominen (Joona Veteli, 76.), Vahid Hambo
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Carljohan Eriksson, Pyry Soiri, Robert Taylor, Youness Rahimi
Gult kort: Ahmend Kabashi
Venjari: Tommi Kautonen
---
Liðugt
1-6
93) 1-6
1-6: sjálvmál Teitur Olsen
Eftir innlegg úr høgru er tað miðverjin Teitur Olsen, sum við høvdinum stýrir bóltin undir Elias Rasmussen og í føroyska máli. 6-1 til Finnland sum harvið vinnur við tennisúrsliti!
90) 1-5
Jóannes Bjartalíð tiltuskar sær horna í vinstru, men einki spyrst burturúr.
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
88) 1-5
Nú er mest sum tómgongd.
82) 1-5
Mikko Virtiko avloysir Richard Jensen.
81) 1-5
Jákup B. Andreasen avloysir Jonas Gejel Hansen.
76) 1-5
Tuominen, sum skoraði fyrsta málið fer av vøllinum, og Veteli verður settur á vøllin.
73) 1-5
1-5: Hambo
Talan er um annan málmøguleika hjá finska liðnum, tá ið Hambo vinnur bóltin aftanfyri miðjuna í vinstru og dregur og sneiðir seg fram ímóti brotsteiginum, og so sendir hann bóltin í handaru síðu í málinum.
Sera lítið sannførandi føroyskt verjuspæl.
70) 1-4
Føroyar hava tvey horna úr vinstru, sum Jóannes Bjartalíð tekur sær av, men einki spyrst burturúr.
69) 1-4
Petur Knudsen avloysir Teit Jacobsen.
66) 1-4
Eftir fínt uppspæl í vinstru og tvørtur um til Leiv Joensen, royndi ÍF vongverjin seg við skoti úr stótari fjarstøðu,og bólturin datt niður í nettakið.
63) 1-4
So var tætt við, at Føroyar minkaðu um munin. Jákup V. Olsen legði eftir samanspæl við Teit Jacobsen innfyri, og við handara stólpa var Jóannes Bjartalíð í góðari støðu, tá ið hann royndi ímóti málinum, men málverjin bjargaði lættliga.
61) 1-4
Jákup Vatnhamar Olsen verður settur inn í staðin fyri Patrik Johannesen.
58) 1-4
Finnlendingar hava fult og heilt tamarhald á støðuni. Føroyingar arbeiða fyri søkini.
54) 1-4
Teit Jacobsen sneiðir seg snilt leysan í vinstru, men tá ið hann roynir í vinstru, verður bólturin blokeraður.
Og í næsta álopi sær Teitur Olsen í føroysku verjuni gult!
50) 1-4
Føroyski hugburðurin kennist vera góður, hóast munurin er trý mál!
48) 1-4
Jákup Thomsen sneiðir framvið fleiri, men tá ið hann roynir seg við skoti, verður blokerað til horna!
46) 1-4
Føroyingarnir, sum eru í hvítum troyggjum og buksum, geva bóltin upp. Í fyrsta álopinum var um reppið, at Finnland økti. Talan var um stóran málmøguleika!
Føroysku venjararnir og spælararnir hava nógv at tosa um í steðginum. Í framrættaða partinum hevur lítil ella eingin munur fyri tað mesta verið, og føroyingarnir hava ikki ligið undir í nærdystunum. Verjuparturin hevur verið syndarligur í sambandi við deyðbóltar, og talan hevur verið um heilt grundleggjandi mistøk í sambandi við øll fýra málini, sum Finnland hevur skorað. Trý tey síðstu bóltaðu ígjøgnum fram ímóti steðginum.
HÁLVLEIKUR
45) 1-4
1-4: Hambo
Hetta var alt annað enn góður endi á seinna hálvleiki. Verjuspælið hjá føroyingum skinklar nógv. Eftir framlegging eftir miðásinum er Hambo púra leysur, tá ið hann millum miðverjarnar lyftir bóltin upp um Elias Rasmussen.
42) 1-3
1-3: D. O'Shaughnessy
So er Finnland frammanfyri við tveimum málum. Hesa ferð var tað eftir fríspark eitt sindur úr høgru, at finnlendingurin var púra leysur mitt fyri, tá ið hann við høvdinum setti bóltin í málið. Sera spell!
39) 1-2
Kabashi fer skaddur av vøllinum, og í hansara stað verður settur Holmgren.
38) 1-2
1-2: Lassas
Eftir upplegg úr vinstru og eitt sindur av aftur og fram er Lassas púra blankur, tá ið hann mitt fyri og av brotssparksblettinum leggur bóltin dygst inn við stólpanum. Vátur svampur í andlitið á føroysku spælarunum, sum síðstu løtuna hava verið omaná!
37) 1-1
Væl upplagdi Teit Jacobsen tiltuskar Føroyum horna, sum einki spyrst burturúr.
36) 1-1
GULT KORT: Kabashi hjá Finnlandi sær gult fyri fríspark.
34) 1-1
1-1: Hákun Edmundsson
Eftir fríspark úr vinstru frá Leivi Joensen og út frá aftur er tað Hákun Edmundsson, sum av brotsteigarmarkinum sera hegnisliga leggur bóltin dygst inn við stólpanum. Uppiborið og stórur fagnaður millum føroysku spælarunum.
32) 0-1
Fínt føroyskt álop. Jákup Thomsen spælir Jóannes Bjartalíð leysan, og bólturin endar á tvørtrænum, men dómarin veittrar fyri rangstøðu. Føroysku spælararnir kennast at hava góða kenslu um, at hetta ber til.
28) 0-1
Føroyingar hava nú bóltin væl meiri enn mótstøðumenninir. Samanspælið er gott, men tað gongur striltið hjá føroyingunum at tiltuska sær upplagdar málmøguleikar.
Spell at finnlendingar skoraðu eftir langt innkast, tí higartil hava teir ikki verið betri enn føroyska liðið.
26) 0-1
Tað ljóðar sum ein skemtisøga, men tað er altso rætt. Dómarin úr San Marino eitur Johnny Casanova!
Linjudómararnir eru Fransesco Lunardon úr San Marino og Salvatore Tuttefrutti úr San Marino.
24) 0-1
Føroyar hava góða støðu eftir horna, men einki spyrst burturúr.
20) 0-1
Teitur Jacobsen arbeiðir sum ein røvari og tiltuskar sær innlegg úr vinstru, men finska verjan blokerar til innkast.
18) 0-1
0-1: Jasi Tuominen
So er Finnland frammanfyri við einum máli. Kamara átti uppleggið. Spell at Finnland skoraði, tí føroyingar eru sera væl við, og talan hevur longu verið um spentar støður frammanfyri finska málið.
12) 0-0
So var um reppið, at Føroyar løgdu seg framum. Jákup Thomsen sneiddi seg leysan av aftasta manni, og málverjin hálvbjargaði, og verjan ruddaði burtur, áðrenn Teit Jacobsen fekk møguleika at seta bóltin í málið. Fyrsti møguleikin, og føroyingar eru sera væl skipaðir í verjupartinum.
Finnlendingar royna seg við longum sendingum, men tað kennist ikki vera vandamikið.
10) 0-0
Ógvuliga friðarlig fyrsta løta og eingir upplagdir málmøguleikar. Finnlendingarnir hava higartil verið meiri á bóltinum enn føroyingarnir.
01) 0-0
Finnland gevur bóltin upp.
00) 0-0
Líkindini eru av teimum fagrastu, nú fyrst finski og síðani føroyski tjóðsangirnir ljóma.
Føroyar-Finnland klokkan 18.00
EM undankappingardystur á Tórsvølli
Føroyar: Elias Rasmussen - Leivur Joensen, Andrias H. Eriksen, Teitur J. Olsen, Gestur B. Dam - Hákun Edmundsson, Jonas Gejel Hansen -Jóannes Bjartalíð, , Patrik Johannesen, Teit Jacobsen - Jákup L. Thomsen
Finnland: Otso Virtanen - Dani Hatakka, Sauli Väisänen, Daniel O'Shaughnessy, Richard Jensen - Matej Hradecky, Glen Kamara, Glen Kamara, Fredrik Lassas - Jasse Tuominen, Vahid Hambo