Evropa- og heimsmeistararnir Frakland fingu síni fyrstu stig í EM-millumumfarinum, tá teir fyri løtu síðani vunnu 28-26 á Slovenia. Hálvleiksstøðan var 15-14 til slovenar.
Dysturin vísti, at tað franska liðið virkar ikki sum tann heild, sum tað hevur verið í so mong ár, og tá so Nikola Karabatic heldur ikki spælir, sum hann kann og plagar, gerast allir dystir hjá liðnum truplir. Hinvegin spældi málverjin, Thierry Omeyer (myndin), munandi betri í dag enn í tí innleiðandi umfarinum, og tað var ikki minst honum fyri at takka, at Frakland fekk bæði stigini í kvøld.
Tann seinasti dysturin í bólki 2 í kvøld er millum Spania og Kroatia. Hann byrjar klokkan 19.10.