Tað var ikki roknað við, at Neistin fór at gera stórvegis skreytir í Klaksvík.
Á stigatalvurni var munurin sera sjónskur undan dystinum, og hóast taan í umvenda dystinum var um ein sera spennandi dyst, so mundu tey flestu rokna við, at Stjørnan nú fór at seta alt upp á pláss.
Treiskar havnargentur
Tað vísti seg tó, at Neistagenturnar vóru nógv treiskari enn so.
Í fyrra hálvleiki gekk leingi javnt á, men miðskeiðis í hesum skrykti Neistin seg brádliga rættiliga leysan av Stjørnuni. Tað eydnaðist tó meistaraliðnum at minka somikið um munin, at hesin var komin niður á eitt mál í steðginum.
Í seinna hálvleiki helt javna gongdin áfram, men nú var tað tó Stjørnan, sum hevði yvirvág.
Stórur varð munurin tó ongantíð, og heilt spennandi gjørdist tað, at Neistin brádliga aftur legði seg framum, tá tað restaðu 7 minuttir. Seinastu løtuna fekk Stjørnan tó aftur ferð á, soleiðis at tær hóast alt fingu fatur á teimum báðum stigunum, sum spælt varð um.
Ikki nøkur
løtt uppgáva
Eftir dystin skiftu vit orð við Báru Skaale, sum seinastu tíðina hevur vunnið sær fastan sess á høgra veingi, nú Adriana Milodanovic er úti við skaða.
Sjálv helt hon, at so leingi tær fáa tvey stig burtur úr dystunum, so eiga tær at vera nøgdar.
? Fólk høvdu kanska roknað við, at tað fór at gerast ein lættur dystur hjá okkum, men tað roknaðu vit so avgjørt ikki við sjálvar. Dysturin móti Neistanum í Havn var sera torførur, og tað sama var galdandi hesuferð.
? Tær valdu stóran part av dystinum at mansverja Vesnu Tomajek, og hóast hon kortini megnaði at koma við í spælið, so merkti hetta, at tempskiftini hjá okkum ongantíð riggaðu sum tey skuldu.
? Umframt Vesnu, sum spældi ein sera góðan dyst, so eiga vit eisini at vera fegnar um, at Rannvá stóð somikið væl í málinum, har hon hevði fleiri heilt góðar bjargingar, tá nógv stóð á.
Um egna leiklut sín, heldur Bára, at hon fyrst og fremst er fegin um, at hon nú tykist at hava sett á plássið á høgra veingi.
? Sjálvandi er tað keðiligt hjá okkum, at Adriana er úti við skaða. Hinvegin hevur hetta givið mær møguleikan fyri meira spælitíð, og so má eg bara royna at liva upp til álitið.
? Higar til haldi eg, at tað hevur gingið óvæntað væl, men sjálvsagt er enn nógv, sum kann betrast. Eg eri ikki von við at spæla á hesum plássinum, og so er tað eisini ein vansi at spæla høgrumegin, tá eg iki eru lám.
Spurd, um tað er tyngjandi at skula lyfta arvin eftir skjóta jugoslavanum, svarar Bára, at tað er tað ikki.
? hugsi eg sum so slettis ikki um. Eg má bara royna at spæla mítt spæl, og so taka tann møguleikin, sum eg havi fingið, sigur hon at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Stjørnan: Vesna Tomajek 11(6), Bára Skaale 3, Joan M. Joensen 3, Anna K. Samson 3, Una Olsen 2, Vesna Radovic 1, Annika Ljósstein 1
Neistin: Annika Thomsen 8(1), Bjørg Patursson 5, Susan Brockie 4, Mildrid Jacobsen 3, Súna Mørk 1, Birita Wardum 1
Brotskøst: Stjørnan 7, Neistin 2
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen