Hesum taki eg fult undir við. Vit kunnu ikki í óavmarkaða tíð brúka meira enn vit forvinna. Tí er umráðandi, at vit gera eina langsiktaða ætlan fyri, hvussu inntøkurnar fáast at vaksa, ella útreiðslurnar at minka, nú landskassin hevur risastórt undirskot. Tað var hetta sum fekk meg at spyrja Kára P. Højgaard, í løgtinginum, hvør skal hava rokningina fyri mistu inntøkuna av blokkniðurskurðinum. - Hvør skal “tera” minni, nú stórur partur av “neringini” er burtur?
Og Kári P. Højgaard svaraði, at byrðarnar áttu at verða lagdar á tey sum høvdu meira enn 300 til 400.000 krónur í inntøku.
Eg havi síðani roknað út, at tað roknistykkið hongur als ikki saman, og at rokningin tí eisini fer at merkjast væl hjá teimum, sum hava lítla “nering” og tí lítið at “tera”.
Spyr, men svarar ikki
Nú spyr Kári meg tveir spurningar. Tað skal hann sjálvandi vera vælkomin til, men eg fari tó at minna á, at eg í eini blaðgrein um ársskiftið setti honum 15 spurningar um somu viðurskifti, sum hann framvegis ikki hevur svarað. Kanska koma tey svarini í eini komandi grein?
Stórur munur á CHE og ABC
Kári endurgevur úr samgonguskjalinum, har tað stendur, at tað er umráðandi at samfelagið veksur seg til ein sjálvberandi búskap, og at tí hava samgonguflokkarnir gjørt av at lækka ríkisveitingina við 15 prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum.
Hann spyr so, hvussu nógv ríkisveitingin lækkar eftir hesum frymlinum, og hví Sambandsflokkurin hevur undirritað eitt samgonguskjal um blokkniðurskurð.
Lat meg byrja við tí seinna spurninginum:
Áðrenn Sambandsflokkurin skipaði samgongu saman við Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, høvdu vit CHE samgonguna, sum ætlaði at minka heildarveitingina við 117 mió. krónum longu í ár. Minnist meg rætt, so bjóðaði Sjálvstýrisflokkurin seg fram at vera stuðulsflokkur hjá hesi samgonguni, tá meiriluti ikki fekst fyri tí politikkinum longur. Tær 117 milliónirnar skuldu burtur, líkamikið um inntøkurnar stóðu í vøkstri ella vóru minkandi. Har var ikki spurt um “nering” ella “tering”. Rokningin skuldi enn einaferð sendast til Føroya fólk – eisini til tey við teimum lægstu inntøkunum !
Núverandi samgonguskjal
Núverandi samgonga sigur, at ein treyt fyri at minka heildarveitingina er, at aðrar inntøkur vaksa. Ríkisveitingin kann minka við 15 prosentum av tí, sum fæst meira inn í skatti og avgjøldum. Vaksa inntøkurnar við 100 mió. krónum, so kann ríkisveitingin minka við 15 mió. krónum, soleiðis at samlaði vøksturin verður 85 mió. krónur. Vaksa skatta- og avgjaldsinntøkurnar ikki, so minkar heildarveitingin heldur ikki. Hetta er tað, sum vit kalla at “vaksa okkum til ein sjálvberandi búskap”. Tað er vøksturin í inntøkunum, sum er avgerandi fyri, um heildarveitingin minkar ella ikki.
Onkur kritikari segði, tá samgonguskjalið var skrivað, at tað fór at taka 365 ár at fáa allan blokkstuðulin burtur eftir hesum leistinum. Hesum ivist eg í, men hetta var semjan, sum allir tríggir flokkarnir, við sínum ymiskleika, kundu liva við.
Hin spurningurin
Og so var tað hin spurningurin: Hvussu nógv fer blokkstuðulin at minka eftir hesum leistinum? Har má eg svara, at tað velst um inntøkurnar. Hann fer í hvussu so er ikki at minka meira enn tað sum aðrar inntøkur vaksa, og tann árliga upphæddin kemur ikki í nánd av teimum 117 milliónunum hjá CHE samgonguni og Sjálvstýrisflokkinum. – Sum maðurin segði: “Tering” eftir “nering”.