Terji Messell live í Tutl

Eftir ein stuttan steðg í vetur byrja live-konsertirnar í Tutl handlinum á Káta Horninum aftur, nú summarið stendur fyri durum. Fyrsta konsertin verða komandi fríggjadag 14. Mai kl 16:30 við tónleikaranum Terja Messell, ið fer at framføra nøkur nýggj føroysk heimagjørd blues løg.

Vanliga spælur Terji saman við Jógvan Funding Madsen, sum í løtuni er staddur niðri, og tí ikki verður við í hesum umfarinum. Teir báðir hava sett upp eina heimasíðu í sambandi við teirra verkætlan, har til ber at taka tíggju av teirra løgum niður ókeypis. Heimasíðan kallast: www.norduratlantshavsblus.com

Talan er um løg, ið tónleikararnir hava skrivað í felag og sum vóru tikin upp í sovikamarinum hjá Terja í Nibe, í Januar mánað í ár, júst áðrenn hann flutti heimaftur til klettarnar eftir 16 ár í útlegd.

Í framleiðsluni av tónleikinum verður dentur lagdur á at skapa eitt ekta ljóð, uttan brúk av kompressarum, følskum effektum ella aðari nýmótans tøkni.

Terji Messell er eisini kendur frá bólkinum, Maður og Glotti, ið hevur tríggjar útgávur á bakið, nevnliga, ?Sum?, ?Nakin??, og seinast ?Land? frá 2008. Somuleiðis hevur Terji roynt seg sum einstaklingur.. Fyrstu ferð í 1999 við sjálvnevndu ep-plátuni ?Messell?, og síðani í 2003 við heilu útgávuni, ?Uninhibited.?

Øll eru vælkomin í Tutl komandi fríggjadag til ta fyrstu av eini røð av summarkonsertum at hoyra Terja Messell. Ókeypis atgongd og ókeypis kaffi.