Terji Rasmussen spælir í Maverick leygarkvøldið

Leygarkvøldið 6. Oktober skipar barrin Maverick í Klaksvík aftur fyri livandi tónleiki. Hesaferð er talan um Terja Rasmussen, sum má vera ein tann kendasti musikkarin vit hava í Føroyum. Terji er ein framúrskarandi musikkari, sum dugir sera væl at fáa fólkini við sær. Síðsta vikuskiftið var Maverick stúgvandi fult, tá ið amerikumaðurin Joel Cole, Jógvan á Høvdanum (yngri) og Tummas Joensen undirhildu og hesaferð kann roknast við tí sama, tá ið Terji Rasmussen trínur framm á pallin í Maverick. Og tískil ræður um at møta upp til tíðina, um nakar kjansur skal vera, at sleppa inn í cowboy barruna Maverick. Fái meiri at vita um vikuskiftið hjá Maverick á www.myspace.com/maverickrular