Terji snávaði. Olaf vann toppdystin

Onki annað kundi nýtast í oddastríðnum um FM-heitið. Og tað eydnaðist. Eftir 12 leikir valdi Olaf at lata frúnna fyri riddara og rók. Sálarliga vísti tað seg vera rætta valið, men ivaleyst verður kannað dúliga, um hetta yvirhøvur eigur at halda. Terji misti líkasum stevið eftir átakið frá Olafi, men tá samanumkom restaði í veruleikanum ikki nógv í, at í minsta lagi javnleikur kom til høldar. Ein satt oddabrak.

 

Terji hevur framvegis møguleikan sjálvur at avgerða um FM-heitið skal verða hansara. Hann er framvegis á odda við ½ stigi, nú bert 2 umfør eru eftir í kappingini.

 

Seinnapartin kl. 14.00 telvar Terji ímóti Rógva Egilstoft Nielsen, meðan Olaf Berg telvar ímóti Sigurð B. Justinussen.

 

Andreas Andreassen, av Toftum, otaði seg á ovastu rók, eftir at Margar Berg basti Jónfinn Thomsen. Kappingin er fullkomiliga opin í 1. bólki. Eysturoyingar seta dagsskránna í Almenna bólkinum. Rógvi Olsen, av Toftum, og Brandur Højgaard togast um gullið.

 

Sára Traber Olsen heldur fast um oddasessin í unglingabólkinum. Men tað tóðnar. Rúni Tindskarð Jacobsen otar seg alsamt nærri og er ½ stig aftari, nú endaspurturin er sjósettur.

 

Fylgið kappingini á: www.faroechess.com