Terminal 2 í Kastrup: Løgreglan illgruna um bumbu

Terminal 2 er í morgun stongdur tí illgruni er um bumbu.

Í morgun hevur løgreglan í Danmark stongd terminal 2 í Kastrup flogvøllinum. Tað skriva danskir miðlar í morgun. Orsøkin er enn ikki váttað av løgregluni, men DR hevur journalist á staðnum, sum greiðir frá, at illgruni er um, at ein bumba er á staðnum. 

 

Løgreglan kannar serlig viðføri, sigur løgreglan. DR skrivar, at júst nú standa fleiri hundrað fólk í terminal 3, uttan at vita hvat hendir og nær tey sleppa víðari. Ferðslan er tarnað av hesum, siga umboð fyri flogvøllin við danskar miðlar. 

 

Ekstra blaðið skrivar í morgun, at Rullemarie, sum er útgerð hjá løgregluni, sum verður nýtt millum annað í sambandi við bumbuhóttanir, er koyrd inn á terminal 2. Á kunningarskermunum hjá flogvøllinum stendur at lesa, at terminal 2 er evakueraður orsaka av politiarbeiði. 

 

Á Twitter skrivaði løgreglan um klokkan 8 føroyska tíð, at tey framvegis kannað "illgrunasom viðurskifti".  Eitt flogfar hjá Atlantic Airways er í morgun farið úr Kastrup til Føroya, og tvey flogfør standa til at lenda í Vágum úr Keypmannahavn seinni í dag. Tað fyrsta um middagsleitið. Enn er óvist, um hesi flogfør sleppa avstað sum ætlað.