Ternan fekk black-out

Erla Kongsdóttir siglir á leið 90, meðan brekið á Ternuni verður umvælt.

Á seinasta túrinum úr Nólsoy fríggjakvøldið, kom brek á ein generator umborð á Ternuni.

Ternan er tí fyribils tikið úr sigling og er staðfest, at orsøkin er skammlop í generatorinum.

Serkøn fólk eru í fer við at taka generatorin úr skipinum og skal hann í land at eftirhyggjast og umvælast.

Væntandi tekur umvælingin nakrar fáar dagar - í ringasta føri eina viku.

Hetta skrivar Strandferðslan á ssl.fo.

Erla kongsdóttir siglir fyribils á leið 90

Erla Kongsdóttir siglir nú á leið 90.

Fólk ið skulu hava akfør við, skulu ringja á tlf. 293150. Legg til merkis at avmarkað pláss er til bilar. 

Vegna vánalig verðurlíkindi seinnapartin í dag, kunnu broytingar koma á leiðini.