Ternan kemur ikki í sigling í ár

Klassingin er meira umfatandi enn áður hildið

Nú er greitt, at Ternan ikki kemur aftur í sigling í 2020.

Tað boðar Strandferðslan frá í dag.

Tá Miðlahúsið spurdi Jóhan Petur Abrahamsen í gjár, hvørt Ternan fór at vera úr sigling longri enn ætlað orsakað av meira umfatandi klassing, svaraði hann, at tað kendi hann einki til, og at tað hevði hann ikki fingið boð um.

Tann støðan er eftir øllum at døma broytt í dag, og nú boðar Strandferðslan frá, at 40 ára klassingin av Ternuni fer at vera meira umfatandi, enn hildið varð upprunaliga, tá arbeiðið fór í gongd.

– Klassin hevur staðfest, at meira umfatandi arbeiði skal gerast nú, áðrenn Ternan fær loyvi at sleppa í sigling við ferðafólki aftur, skrivar Strandferðslan.

Ein nýggj tíðarætlan skal nú gerast fyri arbeiðið, skrivar Strandferðslan.