Ternan verður ikki klár til tíðina

Ternan, sum er til umvælingar, fer ikki aftur í sigling í morgin

Strandfaraskipið Ternan, sum er á beding, fer ikki aftur í sigling í morgin, sum ætlanin annars var.

Strandferðslan skrivar á heimasíðuni, at arbeiðið at umvæla Ternuna dregur út:

- Veðurlíkindini vóru ikki heilt til vildar, tá Ternan skuldi á beding, og tískil varð hon tveir dagar seinkað á beding. Eisini skal ymiskt annað smáarbeiðið gerast umborð, og sostatt verður Ternan ikki klár til 23. september.

Jósup fer at røkja siglingina á nólsoyarleiðini hesa vikuna og í næstu viku Sam ger serligar farmatúrar týsdagin og hósdagin.