Bumbuserfrøðingur vórðu í kvøld innkallaðir til miðbýin í Paris, eftir at ein vápnaður maður koyrdi inn í ein politibil á Champs-Élysées.
Í fyrstu atløgu siga politikeldur við fronsku tíðindastovuna AFP, at bilurin eksploderaði. Video upptøkur frá samanstoytinum vísa, at stutt eftir rýkur reyður roykur úr bilinum.
Brotsmaðurin hevur síðani í 2015 verið á terrorlistanum hjá fronsku myndugleikunum, siga keldur við AFP í kvøld. Orsøkin er, at hann var limur í "víðgongdari islamskari rørslu", siga keldurnar. Serstaki antiterror ákærin er settur á máli.
- Bilførari var vápnaður, og alt týðir upp á, at talan var um tilætlað álop. Sambært uttanríkisráðharranum Gerard Collomb, er førarin deyður. Enn er ikki greitt, hvørjum hann doyði av.
- Trygdarlið í Fraklandi hava aftur verið fyri álopið, sigur Collomb. Bilurin var fullur í vápnum og spreingievnum, sum kundu nýtast til at spreingja hann í luftina við, sigur hann.
Løgreglan upplýsir víðari, at førarin var ein 31 ára gamal maður úr Paris. Ein journalistur hjá avísini Libération var á staðnum, og hann sigur, at hann sá eina eksplosión og síðani eina flammu inni í bilinum hjá brotsmanninum.
Løgreglan tók manninum úr brennandi bilinum eftir álopið. Løgreglan sigur, at tamarhald er á støðuni og at hvørki løgreglufólk ella fólk annars hava fingið skaða.
Økið tætt við heimskendu gøtuna er sperrað av, og tvær metrostøðir eru stongdar. Løgreglan sigur, at fólk skulu halda seg frá økinum. Frankaríki er frammanundan í undantaksstøðu eftir at landið fleiri ferðir hevur merkt sviðan av yvirgangsatsóknum seinastu árini. Stórar atsóknir, sum hernaðarligir islamistar hava tikið ábyrgdina av.
Í apríl varð ein løgreglumaður skotin og dripin av einum vápnaðum manni, sum hevði svorið sín trúskap til Islamiskan Stat. Drápið hendi júst á somu heimskendu gøtu bert dagar áðrenn fyrsta umfar av franska forsetavalinum.
/ritzau/