Terroristar kannast í Føroyum

Hóast hvítvasking av peningi og terrorisma ikki eru nakað, vit hoyra um dagliga í Føroyum, so skulu allir føroyingar taka avleiðingarnar av 11. septembur 2001. Vit skulu nevniliga í samband við fígging av terrorismu og hvítvasking av peningi lata eina rúgvu av upplýsingum til bankarnar


Tey flestu hava longu fingið brævið, hini fáa tað heilt skjótt. Soleiðis er støðan við brævinum, sum bankarnir senda út til øll fólk, har vit millum annað skulu lata kopi av samleikaprógvi við. Bankarnir fylgja bara lógini, men tað kann sýnast undarligt, at 33 tingfólk eru fyri at gera so stór inntriv í persónligu upplýsingarnar hjá fólki.

Tað var nevniliga 1. juli í 2008 at lógin kom í gildi, sum millum annað inniber, at vit skulu lata hesar upplýsingar til bankan og onnur. Hetta var eftir, at eitt samt Løgtingið við triðju viðgerð atkvøddi fyri, at lógin um fyribyggjandi tiltøk ímóti hvítvasking av vinningi og fígging av yvirgangi.

Tað er rímiliga óvanligt, at Løgtingið er einmælt, og tí kann tað hava eitt sindur at siga, at Tingið vanliga er farið í summarfrítíð 30. mai, tá lógin varð samtykt.

1. mars skulu øll hava svarað spurningunum frá bankunum. Hetta eru ikki bara vaksin, men øll fólk í Føroyum. Sýtir tú, so er einasta revsing, ið kann koma, at bankin stongir kontuna hjá tær, men langt áðrenn tað fær bankin trupulleikar við fíggjareftirlitinum og øðrum bankum. Tó er tað sera trupult at virka í samfelagnum uttan nakra bankakonto.

Hinvegin dugir Janus Petersen, formaður í Felagið Føroyskir Peningastovnar, illa at skilja, at fólk skulu hava nakrar trupulleikar við at svara spurningunum frá bankunum, tí hetta eru minni upplýsingar enn bankin longu hevur.


Dátueftirlitið ímóti

Hóast Dátueftirlitið fekk hoyringsskriv í málinum, so var tað ikki hoyrt. Tað skrivaði millum annað í hoyrinssvarinum at dátueftirlitið metir, at lógaruppskotið hevur við sær fleiri sera umstríddar spurningar so sum athalda eyga við kundum, og at melda hesar til løgregluna, uttan at kundin fær kunning um hetta. Hetta skrivaði Dátueftirlitið 19. apríl í 2007.

Í dag hevur tað ikki so nógvar viðmerkingar.

- Skipið er siglt frá okkara síðu, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum, men hon leggur afturat, at eftirlitið ikki hevur skift støðu, tí hetta er at fara langt inn um persónsupplýsingalógina, sum við nýggjum lógarteksti er skúgvað til viks.

- Heimurin í dag er eisini háttaður soleiðis, at vit longu eru í einum eftirlitssamfelagið, so hetta er ikki at fara so øgiliga nógv longri, sigur Ingunn Eiriksdóttir. Sum metir, at hetta kundi verið gjørt smidligari, men at talan er um ein lóg, sum er allastaðni í heiminum, og tí verður tað gjørt á sama hátt í Føroyum.

Viðvíkjandi p-talinum hevði Dátueftirlitið eisini eina greiða støðu í hoyringsskrivinum.

- Dátueftirlitið mælir tó til, at hesin spurningur verður gjølliga umhugsaður, tí hetta kann møguliga

hava við sær, at persónstalið kann latast víðari av landinum. Hugsast kann, at øll lond ikki

neyðturviliga hava somu vernd av persónstalinum, sum tann føroyska persónsupplýsingarlógin

hevur, skrivaði tað.

Hetta vil við øðrum orðum siga, at tað, sum skuldi verja borgaran, kann hava við sær, at ein óheppin triðipartur fær hendur á upplýsingunum.



Bankin verjir upplýsingarnar

Hendan kritikkin av goymsluni hjá bankunum dugir Janus Petersen, formaður í Felagið Føroyskir Peningastovnar, ikki at skilja.

- Upplýsingarnir vera goymdir í bankanum, soleiðis, at vit kunnu vera púra vís í, hvørjir kundarnir hjá okkum eru. Hetta kann tykjast formalistiskt, at vit í einum so lítlum samfelagið skulu prógva, hvørji vit eru, men soleiðis er reglurnar allastaðni í heiminum, og peningastovnarnir kunnu fáa trupulleikar, um teir ikki hava upplýsingarnar, sigur Janus Petersen. Hann vísir eisini á, at bankin bara fylgir lógini, og tí skal hava hesar upplýsingarnar.

- Vit goyma upplýsingarnar trygt, og tað er bara, tá vit skulu boða frá óreglusemi, at vit nýta hetta veruliga, og so eisini tá fíggjareftirlitið skal gera kanningar av okkum, sigur formaðurin í Felagnum Føroyskir Peningastovnar.


Vildu sloppið undan

Janus Petersen vísir á, at hendan lógin í veruleikanum bara gevur bankunum eykaarbeiði.

- Vit vildu heldur enn fegnir sloppið frá, men tá lógin er komin, so mugu vit fylgja henni, sigur hann. Samstundis vísir formaðurin á, at bankarnir longu nú byrja at fáa trupulleikar av, at teir ikki hava hesar upplýsingar.

- Tá vit eru í kontakt við aðrar bankar, so kemur tað ofta fyri, at vit verða spurdir, um vit hava implimentera hesa lógina, tí álitið til bankar, sum ikki hava hesa lóg er sera lítið, staðfestir hann.


Eftirlit er allastaðni

Hóast tað kann tykjast tungt at avreiða so nógvar upplýsingar, so skilur Janus Petersen hetta als ikki.

- Hetta er ikki verri enn nakað annað. Vit vísa samleikaprógv næstan allastaðni, og er onki galið, so skuldi ikki verið nakað at verða bangin fyri, sigur hann. Hann leggur afturat, at bankin longu hevur næstan allar hesar upplýsingar og meira afturat, so fólk skulu ikki vera bangin.

Hann leggur somuleiðis stóran dent á, at bankaskipanir í einum landi ikki verða góðkendar, um hesar reglur ikki eru galdandi, tí pengastreymar eru týdningarmiklir, tá talan er um fígging til yvirgangsvirksemi.