Tesla elbilurin komin til ráðstevnuna

Við Norrönu í morgun kom ein Tesla Roadster, sum er komin til landið í samband við ráðstevnuna um elbilar, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin.

Talan er um ein Tesla Roadster Sport 2.5, ið er ein sera kvikur elektriskur sportbilur, sum koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,7 sekund. Elmotorurin við 288 hk (56 kwh) verður drivin av lithium-ion battaríum. Toppferðin er umleið 200 km/t, og bilurin koyrir 340 kilometrar upp á eina løðing.


Tesla Roadster Sport 2.5 er ein sportbilur til tveir persónar og vigar 1.200 kg. Løðitíðin er 3,5 tímar við 63A. Bilurin, sum er framleiddur av Tesla Motors í Kaliforniska, kom fyrstu ferð á marknaðin í 2008. Í Danmark kostar ein Tesla Roadster úr 800.000 krónum, men hesin í Sport 2.5 útgávuni kostar 930.000 krónur á donskum nummarplátum.