Eitt klistrimerki aftan á einum Tesla elbili í Týsklandi sigur, at bilurin varð keyptur "áðrenn Elon gjørdist ørur." Í januar minkaði sølan av Tesla í Evropa við umleið 45 prosentum í mun til januar 2024. - Mynd: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix

Tesla-partabrøv lækka munandi eftir skuffandi sølu í Evropa

Partur av mótburðinum hjá Tesla á evropeiska elbilamarknaðinum stavar frá einum mótvilja móti Elon Musk, sigur ein greinari

Eitt klistrimerki aftan á einum Tesla elbili í Týsklandi sigur, at bilurin varð keyptur "áðrenn Elon gjørdist ørur." Í januar minkaði sølan av Tesla í Evropa við umleið 45 prosentum í mun til januar 2024. - Mynd: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix

Partabrævakursurin hjá amerikanska elbilarisanum Tesla lækkaði í dag  við meira enn átta prosentum, tá virðisbrævamarknaðurin í New York stongdi klokkan 21 okkara tíð.

Hetta hendir eftir at sølutølini vístu eina munandi afturgongd í søluni av Tesla bilum í Evropa.

Í síðsta mánaði seldi Tesla tilsamans minni enn 10.000 bilar í Evropa. Hetta er ein minking á umleið 45 prosent í mun til somu tíð í fjør.

Stjórin í Tesla, multimilliarderurin Elon Musk, hevur seinastu mánaðirnar sprongt seg inn á politiska pallin í USA.

Hetta hendi fyrst við munandi fíggjarligum stuðli til Donald Trump í valstríðnum fram til valið í november 2024, sum gjørdi Trump til forseta og Musk til leiðara fyri einum nýggjum stovni, sum skal spara milliardir av dollarum á fíggjarlógini hjá amerikansku stjórnini.

Musk hevur eisini víst stóran stuðul til evropeiskar politikarar og yvirhøvur høgravendar flokkar, seinast til Alternative für Deutschland (AfD) vikurnar fram til týska valið sunnudagin.

- Tesla hevur greitt avbjóðingar í Evropa, og málini kring persónliga merkið hjá Musk leggja afturat mótburðinum, sigur Dan Ives, greinari hjá Wedbush Securities.

Meting hansara er, at 10-15 prosent av mótvindinum hjá Tesla stava frá, at evropearar hava okkurt ímóti Elon Musk.

Partabrævakursurin hjá Tesla hækkaði nógv eftir amerikanska forsetavalið í 2024, og íleggjararnir satsa uppá, at tætta sambandið millum Musk og Trump kann merkja vælferð fyri fyritøkur hansara.

Men vánaligu sølutølini í Evropa tykjast hava punkterað tað bjartskygnið - í øllum førum fyribils.

Ritzau/AFP