Tey bestu verða kosin

Í beinleiðis sending úr Miðlahúsinum í morgin verða bestu fótbóltsspælararnir í landinum kosnir

Fótbóltur

Jákup Mørk

[email protected]


At Amed Davy Sylla og Malena Josephsen gjørdust bestu málskjúttar í nú farna kappingarárinum, er ikki tað heilt stóra loyndarmálið. Og sum siður er, so verða tey eisini heiðrað fyri hetta, tá tey fáa gylta skógvin frá Thomas Dam Ítrótti.

Hinvegin er enn ikki greitt, hvørji skulu fáa heiðurin sum bestu fótbóltsfólkini á árinum. Atkvøðugreiðsla hevur verið millum liðformenn og venjarar, eins og fjølmiðlafólk hava sagt sína hugsan, og úrslitið av hesum verður almannakunngjørt í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjadagin.


Meistararnir í fokus

Ikki óvæntað, so eru tað tey bæði meistaraliðini – NSÍ hjá monnum og KÍ hjá kvinnum – sum eiga flestu spælararnar millum tey fremstu. Aðra staðni á síðuni síggjast tey trý fremstu í ymsu atkvøðugreiðslunum.

Hartil verður serstøk virðisløn eisini latin til liðið, sum í árinum hevur spælt besta fótbóltin í Formula-deildini. Hetta er virðisløn, sum verður latin av Thomas Dam Ítrótti og Sosialinum. Grundarlagið undir hesum eru bóltarnir, sum ítróttarskrivararnir hjá Sosialinum eftir hvønn dystin hava givið ymsu liðunum.

Tað liðið, sum hevur fingið flestu bóltarnar gjøgnum alt kappingarárið, fær sum vinning eitt sett av fótbóltum. Hesir bóltar skulu gevast til eitt av yngru liðum felagsins, og verða bóltarnir tá lætnir beinleiðis til spælararnar á hesum liði.


Myndir av Fróða Benjaminsen, Óla Hansen og Nenad Stankovic

Tað verður ein av hesum trimum, sum fær heitið sum besti spælarin í Formula-kappingini í 2007