Tey eiga ikki at verða rakt av verkfalli

Stjórin í Almannaverkinum heldur, at partarnir eiga at finna eina loysn

Savnsmynd

Viðskiftafólkini hjá Almannaverkinum eiga ikki at verða rakt av verkfalli. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Pedagogfelagið liggur í stríði við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og Fíggjarmálaráðið um ein nýggjan sáttmála. Allar samráðingar eru slitnaðar og fyribils ger semingsmaðurin heldur ikki fleiri semingsroyndir.

 

Í hesum sambandi fóru pedagogarnir á vøggustovunum kring landið, í verkfall í gjáramorgun til klokkan sjey í morgun. Men klokkan sjey í morgun fóru pedagogarnir eisini í verkfall á verkstøðum og verkhúsum hjá Almannaverkinum í Havn, í Klaksvík og í Runavík og tað verkfallið stendur við til klokkan sjey í morgin ári.

 

Sum vit skrivaðu í áðni, segði stjórin í Almannaverkinum, at hetta verkfallið klára tey uttan teir heilt stóru trupulleikarnar. Men spurningurin er hvat hendir, skuldi tað hent, at verkfallið harðnar. Seinast Pedagogfelagið var í verkfalli um ársskiftið 2017 - 2018, vórðu viðskiftafólkini hart rakt og tað varð eisini nevnt, at lív og heilsa hevði staðið í váða.

 

Edvard Heen segði tá, at eftir hansara tykki, eiga viðskiftafólkini hjá Almannaverkinum ikki at verða rakt av verkfalli og hann heitti á partarnar um at finna eina loysn, tá ið verkfallið var av og friður aftur valdaði. Samgongan, sum tá sæt, boðaði eisini frá, at málið skuldi takast upp. Tað boðaði Eyðgunn Samuelsen, táverandi landsstýriskona í almannamálum, frá, og táverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen tók eisini málið upp í sambandi við ólavsøkurøðuna í 2018

 

Men nú pedagogarnir aftur eru í verkfalli, má ásannast, at púra einki er hent, og tað harmar stjóran í Almannaverkinum.

 

– Eg haldi framvegis, at okkara viðskiftafólk eiga ikki at verða rakt av verkfalli, sigur hann. Hann sigur, at tað, sum er serligt fyri fleiri av teimum, er, at tey búgva á bústovnum, sum sostatt er teirra heim. Tað heldur hann, at partarnir eiga at hugsa um og tískil heldur hann ikki, at tað kann vera rætt, at tey verða rakt av einum verkfalli.

 

Tí heldur hann framvegis, at partarnir áttu at havt sett seg saman í friðartíð og funnið eina loysn, sum allir partar kundu góðtaka. Í hesum sambandi hevur tað verið nevnt, at ein uttanveltað nevnd skuldi verðið sett, sum so kundi tikið avgerð um, hvørji øki ikki skulu verða fevnd av einum verkfalli.

 

Edvard Heen heldur avgjørt, at tað hevði verið ein gongd leið at fingið ein óheftan triðjapart at tikið støðu í førum, sum hesum. Men hann ásannar, at tað eru landsmyndugleikarnir og fakfeløgini, sum skulu koma til eina semju.

 

Fakfeløg hava sett seg harðliga ímóti eini slíkari skipan tí tey taka hetta sum at verkfalsrætturin verður skerdur.

 

 

 

Savnsmynd