Tey eldru kappast við undirsjóvartunlar

Mikukvøldið var pallborðsfundur Ólastovu í Runavík, har viðurskifti teirra eldru vórðu viðgjørd. Við pallborðið sótu Thomas Thomasen, formaður í landsfelag pensjónistana, Jákup Foldbo, stjóri fyri heimarøktina, Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, Jákuip Lamhauge, býráðsformaður í Runavík, og Hans á Bakka, formaður í stýrinum fyri ellisheiminum í Runavík. Hesi vóru øll samd um, at kor teirra eldru eru ov vánalig, men tey vóru ymisk á máli um, hvussu bøtast kann um sømdir teirra eldru

Tey fimm í pallborðin um á fundinum í Ólastovu í Runavík mikukvøldi um viðurskifti teirra eldru vóru øll á einum máli um, at kor teirra eldru í Føroyum ikki eru nóg góð. Øll høvdu tey eisini sína hugsjón um, hvussu korini kunnu broytast, men ikki vóru tey heilt samd um, hvussu hetta kundi gerast.

Fundurin byrjaði við hugnaligum og vælljóðandi felagssangi, og eftir hetta legði Bartal Kass, formaður í fyrireikingarnevndini fyri Eldraárinum 1999 í Føroyum, út. Hann tosaði um, hvat eldraárið inniber, og vísti á, at eitt av høvuðsendamálunum við eldraárinum er, at gera vart við tey eldru í samfelagnum. Men hann legði dent á, at vit ikki bert skulu hugsa um tey eldru ná tað er eldraár, men eisini framyvir.

Harafturat kunnaði Bartal Kass um tiltøk framyvir í sambandi við eldraárið. Hann segði, at ætlanin var at halda fram at hava fundir kring landið, fyri at lýsa støðu teirra eldru allastaðni í kring. Tí støða teirra eldru er nevniliga ikki tann sama kring alt landið. Eisini visti Bartal Kass at siga um ein fund, ið verður í Norðurlandahúsinum tíðliga í oktober, har serfrøðingar fara at halda fyrilestur, og samstundis segði hann, at avtala er gjørd við fólkaskúlan um, at skúlin skal taka eldraárið upp sum evni eftir summarfrítíðina, soleiðis, at tey ungu fáa eina hilling av viðurskiftum teirra eldru.


Torført at bera boðskapin fram

Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, ásannaði í framløgu sínari, at lógir og reglugerðir innan almannaøkið eru alt ov fløktar. Hetta helt hon vera orsøk til, at misskiljingar ofta standast millum almennu stovnarnar og pensjónistarnar. Men hetta hevur hon sett sær sum mál at bøta um. Hon lovaði nevniliga, at lógir, kunngerðir og annað skulu skrivast um til vanligt mannamál í faldarum, ið verða sendir út til pensjónistarnar við jøvnum millumbilum.

Hetta, helt hon, fór at beina burtur nógvar av misskiljingunum.

Hesar misskiljingar, ið Helena Dam á Neystabø tosaði um, tykjast at koma ofta fyri. Onkur av fundarfólkunum greiddi frá dømum, har fólk, ið høvdu gjørt eitthvørt handaligt arbeiði, sum tey høvdu selt, beinleiðis høvdu haft hall av hesum. Og júst hetta, helt landsstýriskvinnan vera dømi um torskildar reglugerðir.

Annars fegnaðist Helena Dam á Neystabø um, at arbeiðið hjá fyrireikingarbólkinum fyri eldraárið hevur borið ávøkst. Hon helt tað vera frálíkt, at pensjónistafeløg kring landið taka stig til fundir um eldrapolitikk, og segði at hon ikki vildi áleggja nøkrum at vera virkin, men at hon helt, at tað hevði verið frálíkt, um pensjónistafeløg kring landið oftari tóku stig til at skipa fyri líknandi tiltøkum. Eisini vísti hon á, at í Íslandi hava pensjóinistafeløg og aðrir áhugabólkar sjálvir skipað fyri at fáa eldrasambýli og ellisheim bygd, sum landið síðani seinni hevur yvirtikið raksturin av. Hetta helt hon eisini hevði verið eitt gott hugskot at farið undir í Føroyum.


Pensjónin

Helena Dam á Neystabø vísti á, at hon ikki hon hevur verið á so nógvum eldra fundum í seinastuni, so hon tað, hon kom við, fór ikki at vera nakað kollveltandi, ið ikki var hoyrt áður, men hon segði, at eitt av høvuðsmálum hennara er, at fáa pensjónsviðurskifti einstaklingsins í eina fasta legu. Her vísti hon til nýggju pensjónslógina, ið kemur í gildi frá 1. januar ár 2000. Eisini vísti Helena Dam á Neystabø á, at frá 1. august í ár fer at bera til hjá pensjónistum at arbeiða, uttan at hetta fer at nerva grundupphæddina í pensjón teirra.

Viðbøturnat vórðu eisini frammi og vendu, og í hesum sambandi tosaði landsstýriskvinnan um, at ætlanin er at hækka pensjónsviðbøturnar við 700 til 1.000 krónum í næsta ár.


Kapping við undirsjóvartunlar

Landstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum ásannaði, at trupulleiki er at finna bústaðarpláss og somuleiðis heimarøkt til óhjálpin eldri, men vísti á, at hetta eisini er ein spurningur um játtan og pengar. Hon var eisini samd við áskoðanini hjá Jákup Foldbo, leiðara fyri heimarøktina um, at talan er um eina kapping við undirsjóvartunlar og annað, og liggur yngra ættarliðnum nær.

Landstýriskvinnan vissaði tó áhoyrararnar um, at arbeitt verður við at fáa eina væl virkandi eldrarøkt í Føroym, og eisini legði hon afturat, at tey eldru eisini sjálvi eru vælkomin at koma við uppskotum.


Løn fyri at hava óhjálpin heima

Í kjakinum eftir sjálvar framløgurnar setti ein fyrrverandi heimahjálp fram spurningin, um tað ikki bar til at fáa eina skipan, soleiðis, at fólk, ið taka sær av óhjálpnum eldri heima, kunnu fáa løn fyri hetta. Hon vísti eisini á, at hon var søgd úr starvi, tí hon ikki kundi arbeiða ávísar tíðir, orsakað av, at hon passaði mammu sína heima.

Til hendan spurningin svaraði Helena Dam á Neystabø, at tey, ið røkta fólk heima, fáa eina samsýning, ið svarar til vanliga fólkapensjón, men hon helt, at vert var at hugsa um at hækka hesa upphædd, tí tey, ið hava eldri óhjálpin heima, spara landinum fyri nógvum peningi. Tó segði hon seg ikki kunna lova nakað her og nú, men vissaði um, at hon skuldi hugsa um hetta mál.


Hvat er eitt eldrasambýli?

Jákup Foldbo, leiðari fyri heimarøktina, viðgjørdi í framløgu síni tørvin á heimarøkt, men kom eisini inn á spurningin um eldrasambýlir og ellisheim. Hann tosaði um, at tá tosað verður um at byggja eldrasambýli, mugu fólk gera sær greitt, um ætlanin er at fáa eitt eldrasambýli, ið líkist einum lítlum ellisheimi, orska av teimum mongu røktarsjúklingunum, ella um talan skal vera um veruligt eldrasambýli, har fólk ið eru hampuliga væl fyri, men sum ikki kenna seg trygg við at búgva einsamøll heima, búleikast.

Jákup Foldbo segði, at neyðugt er at gera langtíðarætlanir, um vit skulu fáa eina nøktandi eldrarøkt í Føroyum, men hann vísti á, at tað er ógvuliga trupult at fáa eldrarøktina at koyra við teimum smáu játtanunum, hon fær.

Vit hava meira um eldraárið og um fundin í Runavík eftir hvítusunnu.