Her fara tey tvær ferðir so ofta til lækna sum aðrir føroyingar

Tað er serliga eitt øki, sum skilur seg burtur úr  

Sum vit hava skrivað, høvdu kommunulæknarnir kring landið, næstan 188.000 viðtalur í fjør. Tað merkir, at í miðal var hvør føoyringur 3,4 ferðir hjá lækna í fjør. Í 2019 fór hvør føroyingur 3,1 ferðir til lækna í miðal.

 

Les eisini: Hava ongantíð verið so ofta hjá lækna sum í fjør

 

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í øllum høvuðsøkjum í landinum, uttan í Sandoy, er talið á viðtalum fyri hvønn íbúgva á leið tað sama, nevniliga ímillum 3,1 og 3,4. Sostatt fór hvørt fólk í Suðurstreymoy, 3,1 ferðir til lækna, hvør suðuroyingur fór 3,2 ferðir til lækna, í Norðstreymoy fóru tey 3,3 ferðir til lækna og í fjør vóru eysturoyingar 3,4 ferðir hjá lækna í miðal. Hinvegin var hvør norðoyingur og hvørt vágafólk í miðal 3,7 ferðir hjá lækna.

 

Men so er tað Sandoyiggin og Skúgvoy, sum skilja seg heilt burturúr, tí í miðal vóru sandoyingar og skúgvoyingar 7,4 ferðir hjá lækna í fjør og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv, sum aðrastaðni í landinum.

 

Sí talvuna niðan fyri

 

##med2##

 

Verða árini 2019 og 2021, samanborin, er rættiliga stórur munur á. Í Sandoy og í Skúgvoy vóru 64 prosent fleiri viðtalur í 2021 enn ta ðvóru ó 2019. Í Norðoyggum vóru 23 prosent fleiri viðtalur í 2021 enn í 2019, í Eysturoy vóru tað 13 prosent fleiri viðtalur og í Suðurstreymoy vóru 12 prosent fleiri viðtalur í 2021 enn tað vóru í 2019.

 

Í hinum økjunum er broytingin lítil  - men í Vágum vóru viðtalurnar fýra prosent færri í 2021 enn í 2019.

 

– Her skal viðmerkjast, at tað hevur stóra ávirkan á talið á viðtalum, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki, og í staðin koma skiftandi avloysarar, tí tá minkar tað. Hivegin veksur talið á viðtalum, tá ið kommunulæknar verða settir í fast starv.

 

Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, ella 94 prosent, eru í vanligari arbeiðstíð, men hini seks prosentini eru um kvøldið og um vikuskiftini.

 

Men tað er ein ávísur munur á teimum ymsu økjunum kring landið. Serliga skilja Suðuroy og Norðoyggjar seg burturúr, tí har eru ávikavist 98,5 og 98,4 prosent av viðtalunum í vanilgari arbeiðstíð. Í hinum økjunum liggur tað ímillum 93,6 proent og 96,4 prosent. Men í suðurstreymoy eru yvir 10 prosent av viðtalunum um kvøldið ella um vikuskiftið. Tá ið útlendingar í Føroyum hava brúk fyri lækna, eru 16 prosent av viðtalunum um kvøldið og um vikuskiftini.