Tey flestu sálarsjúku kunnu búgva í vanligum íbúðum

- Ein partur av teimum, sum nú búgva á sambýlum, kann væl fara út og búgva í vanligum íbúðum. Men stóri trupulleikin er, at mann fær ikki fólkini út aftur av sambýlunum, sigur yvirlæknin á psykiatriska deplinum

Tormóður Stórá, yvirlækni á psykiatriska deplinum, heldur tað ikki vera eina gongda leið at fokusera so nógv upp á at byggja vardar bústaðir og sambýli til fólk við sálarsjúku. Hann sigur, at tey flestu sálarsjúku, sum hava verið innløgd á psykiatrisku seingjardeildini, saktans kunnu búgva í vanligum íbúðum.

- Vit hava tørv á fleiri íbúðum til fólk, sum hava sálarsjúku, men tey allar flestu kunnu búgva har, sum øll onnur fólk búgva. Tey nýtast ikki at hava serligar íbúðir, har øll, sum eru líka sum tey, búgva, sigur Tormóður Stórá, sum yvirhøvur ikki er fegin fyri hugtakið “vardir bústaðir”.

- Har er okkurt stigmatiserandi við hasum heitinum, sigur hann.

Tormóður Stórá meinar, at mann kundi hjálpt teimum nógvu, sum nú standa á bíðilista, uppá aðrar og betri mátar.

- Tey, sum hava tørv á stuðli og hjálp, skulu heldur fáa onkran persón, sum kemur í teirra vanligu íbúð at hjálpa teimum við nøkrum tingum í gerandisdegnum. Her er tørvur á onkrari skipan í sosialpsykiatriini, sigur hann. 

Fólk fáast ikki úr sambýlunum aftur

Tormóður Stórá leggur dent á, at hetta merkir ikki, at øll sálarsjúk eiga at búgva í vanligum íbúðum. 

- Tað eru nøkur, sum eru so mikið illa fyri, at tey hava tørv á at búgva eitt stað, har tað eru starvsfólk antin alt samdøgrið ella ein part av samdøgrinum. Men tað eru í roynd og veru rættiliga fá, sum hava júst hendan tørvin, sigur hann.

Tí metir hann ikki, at tað er tørvur á so nógvum sambýlum til fólk við sálarsjúku. 

- Ein partur av teimum, sum nú búgva á sambýlum, kann væl fara út og búgva í vanligum íbúðum. Men stóri trupulleikin er, at mann fær ikki fólkini út aftur av sambýlunum. Íbúðarmynstrið er soleiðis, at tað ikki ber til. Tað merkir, at fólk vera búgvandi á sambýlunum, sjálvt um tey ikki hava tørv á tí, og tað ger jú, at mann fær tørv á enn fleiri sambýlum, sigur Tormóður Stórá. 

Eingin stuðul fylgir við

Tó so standa so alt fleiri sálarsjúk á bíðilista til vardan bústað frá Almanneverkinum í dag. 

- Ein stórur partur av orsøkini til tað er, at tey ikki hava møguleika at fara út og búgva í einari vanligari íbúð og samstundis fáa tann stuðulin, teimum tørvar har. Tá tey ikki kunnu tað, so velja tey jú hesa loysnina við vón um at fáa okkurt av búgva í, sigur Tormóður Stórá.

Fólk við sálarligari sjúku fáa nevniliga, sum nú er, avmarkaðan stuðul frá tí almenna.

- Um vit útskriva onkran her frá, kann viðkomandi fáa ein stuðul frá Almannaverkinum, sum kemur heim til tey. Men tann stuðulin er kanska í hægsta lagi 10 tímar um vikuna. Tað er sera lítið, sigur Tormóður Stórá. 

- Tí velja summi heldur at fara á sambýli, so tey fáa stuðul 24 tímar um samdøgrið. Millumtingini eru ikki har. Tað skal heldur vera gjørt soleiðis, at mann fær stuðul eftir tí tørvinum, sum hin einstaki hevur, sigur hann.

Leiðandi yvirlæknin samanber problematikkin við eldrarøktina.

- Um tú ikki hevur eina nøktandi heimahjálp, sum kann fara heim til tín alt samdøgrið, so ert tú noyddur at koyra tey, sum hava tørv á tí, inn á røktarheim. Tað vil siga, at mann fer eitt stig hægri upp enn neyðugt við at fara á røktarheim, tí hin møguleikin ikki er til staðar í skipanini.

Í bíðistøðu á psykiatriska deplinum

Tað er ofta, at tey, sum verða útskrivað av psykiatrisku deild, ikki hava nakað at búgva í, tá tey koma út. Í løtuni eru tað eini 3-4 fólk, sum ikki kunnu útskrivast, tí tey hava tørv á meira enn einari vanligari íbúð. Mann kann risikera at vera innlagdur í eitt heilt ár, meðan mann bíðar eftir tilboði um búpláss á sambýli.

- Orsøkin til tað er, at tey kunnu ikki búseta seg í vanligari íbúð, har mann bara hevur 10 tímar stuðul um vikuna. Alternativið er tí at søkja á sambýli, og tað tekur sína tíð at fáa pláss har, sigur Tormóður Stórá.

Hann vísir á eina aðra avbjóðing, tá fólk flyta inn í einhvønn bústað, aftaná tey eru útskrivað.

- Ofta enda tey í einum kamari í einum húsum við nógvum kømrum. Tað er ikki tað besta, og tað sæst aftur, tí summi blíva innløgd aftur aftan á eina tíð. Har er kanska ov nógvur larmur og annað, sum órógvar tey. Tað mynstrið ger, at tað ofta gongur nokkso leingi, áðrenn vit fáa fólk útskrivað.