Størsta gularótin í føroyska tónleikaheiminum eitur óivað enn Prix Føroyar. Hetta sæst aftur á tí stóru mongdini av bólkum, ið melda seg til kappingina, hvørja ferð hon er á skránni. Og bólkarnir eru ikki bara við fyri at læra, tí at tað eru eisini tey heilt garvaðu, ið hungra eftir glæsuligu vinningunum, sum hvørja ferð verða lætnir teimum, ið gjørdust millum tey fremstu á hesum sinni.
Deja Vu og Makrel, ið mundu enda ovast seinast kappast varð, hava aftur meldað til luttøku í ár, og so navnfrøm nøvn sum Terji Rasmusen og Eyðun Nolsøe hava eisini meldað til luttøku í ár við hvør sínum bólki. Eisini All That Rain royna eydnuna aftur í ár.
Gularótin mikla
? Prix Føroyar er avgjørt størsta gularótin fyri føroyskar tónleikarar, og tað skuldu verið fleiri tiltøk av hesum slag. Tað er altso ov keðiligt, at bara spæla til dans her og har av og á. Ein hevur jú brúk fyri avbjóðingum. Annars missir ein so smátt hugin at spæla tónleik í longdini, sigur Henning Nicodemussen trummusláari í All That Rain.
Henning kundi gott verið kallaður the grand old man í Prix Føroyum, tí ikki einans hevur hann fyrr verið við í kappingini sum limur í All that Rain, men hann sat eisini við trummurnar, tá ið Wolfgang bleiv nummar 3, tað árið Prix Føroyar fór av bakkastokki í 1995. Eisini var hann við í nøvnframu Kjølum, tá ið teir komu buldrandi og brakandi úr Kollafirði til Prix Føroyar.
Góð lýsing fyri nýtt tilfar
Í ár er høvuðsendamálið við kappingini ikki at vinna, hóast tað er ongin loyna, at ágóðin av at enda á hægstu rók hevði verið fínur.
? Nei, vit eru meira við fyri at vísa okkara nýggja tilfar fram. Vit halda, at síðan vit hava fingið Rók Jakobsen og Hans Ravnsfjall í bólkin, so hava vit broytt stíl eitt sindur, og vit vóna, at fólk fara taka væl ímóti hesum nýggja tilfarinum. Tó so, vit høvdu ikki sagt nei takk, um vit endaðu við at vinna onkran vinning. Tað hevði verið ótrúliga gott t.d. at sloppið uttanlands at spælt, tí tað hava vit næstan ikki roynt áður.
Men Henning er ikki bangin fyri ikki at sleppa víðari frá fyrsta umfari.
? Altso, tað hevði ikki verið eitt flopp, um vit bert spældu í fyrsta umfari. So var málið jú nátt allíkavæl. Vit høvdu fingið okkara nýggja tilfar út til fólkið.
Málið má verða hægri støðið
Spurdur um hann ikki heldur, at tað er eitt sindur ótrættvíst, at hann, Terji Rasmussen og Eyðun Nolsøe skulu kappast móti blaðungum tónleikarum, er Henning ósamdur.
-? Endamálið við Prix Føroyum má jú verða, at vit umboða tann besta tónleikin, ið er at finna í Føroyum. Tað nyttar jú lítið, at blaðungir ella óroyndir tónleikarar vinna Prix Føroyar , tí tað er jú ikki tann besta góðskan, ið finst her á landi. Eg haldi tvørturímóti, at fleiri royndir tónleikarar skuldu blanda seg upp í Prix Føroyar, so hevði tað føroyska tónleikastøðið óivað hækkað mundadi. Haraftura at er tað stuttligt at skula kappast móti teimum, ið ein hevur sær upp til.
All that Rain skulu spæla í tí næsta innleiðandi umfarinum í Prix Føroyum tann 12. februar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har teir millum annað skulu kappast ímóti Makrel.