MÒTMÆLI
Í føroysku bløðunum hin 21. september 2002 stóð ein yvirlýsing at lesa. Yvirlýsingin stóð at vera til frama fyri rættindum teirra samkyndu og mótmæli móti samanvavstri av átrúnaði og politikki. Eini 325 løgdu fult navn til.
Eisini stendur at lesa:
? Tey samkyndu, sum av ymiskum orsøkum ikki hava megnað at funnið sær
friðskjól uttanlands, hava livað í Føroyum undir støðugari hóttan og niðurgering.
Hetta kann als ikki góðtakast í einum siviliseraðum og demokratiskum samfelagi, sum byggir á humanistiska siðvenju. Í kjakinum um eina møguliga lóg um skrásett parlag hava átrúnaðarligir bólkar ført tað sjónarmið fram, at átrúnaðarligar skriftir skulu vera grundarlagið undir lóggávuni í Føroyum. Hetta sjónarmiðið hevur verið brúkt sum grundgeving fyri at forða fyri einari lóg um skrásett parlag fyri samkynd.?
Tað er eisini í hesum pettinum, at finna orsøkina til, at Àlvur Kirke hevur tikið stig at savna undirskriftir.
?Talan er um eitt grundleggjandi mótmæli ímóti, at vit byggja á okkara samfelag á humanisku heldur enn kristnu siðalæruna, sigur Àlvur Kirke.
? Vit hava í seinastuni sæð, at arbeitt verður fyri at broyta Føroyar til eitt sekulariserað samfelag, sum byggir á humanismu ? ístaðin fyri á kristnu siðalæruna.
Valið stendur millum Bíbliuna og modernaðan heiðinskap, sum verður kallaður humanisma!, stendur at lesa í áheitanini, sum fylgir við lepanum, har fólk kunnu skriva undir.
?Lesur mann yvirlýsingina, so vil mann har sleppa undan bíbliuni. Tað er eisini skeivt, tá tey kalla bíbliuna fyri átrúnaðarligar tekstir. Hetta er guds orð, og tað er stórur munur á tí í mínari verð, sigur Àlvur Kirke.
Bivirkningur
Orðaljóðið í áheitanini hjá Álvi er soljóðandi í yvirskriftini:
?Áheitan um at skriva undir yvirlýsing til frama fyri kristnu siðalæruna, og mótmæli ímóti lógaruppskoti um skrásett parlag fyri samkynd í Føroyum.?
Hóast hetta, so er tað ikki tað skrásetta parlag, ið fyrst og fremst hevur fingið Álv Kirke at fara undir at savna undirskriftir.
?Samkynd parlag er ikki tað ringasta. Tað er ein bivirkningur sum so nógv annað. Men tað grundleggjandi skeivt í mínar verð og skelkandi, tá fólk royna at broyta okkara livihátt frá teirri kristnu siðalæruni, sum okkara byggir á, sigur Álvur Kirke.
Einki negativt
Hóast Álvur Kirke er aktivur í samkomu og í Miðflokkinum, so hevur hendan innsavningin rein persónlig fyri hann.
?Eg hevði hoyrt nógv fólkt tosa um, at okkurt skuldi verið gjørt fyri mótmæla, og eg hugsaði so, at tað kundi tað sama verða eg, sigur Álvur Kirke.
Hann leggur dent á, at hetta er púrasta ein persónlig avgerð, og hon nevnir skemtandi, at tað bert var sonurin og ikki konan, sum visti av, at nú fór hann undir hetta átakið.
Freistin til innsavningina er sett til fríggjadagin 11. oktober. So skal Álvur undir at savna alt saman. Hann roknar við, at tað fer at taka tað mesta av næstu viku at fáa alt savna saman, og tí er ilt at siga, nær undirskriftirnar verða handaðar løgtinginum, sum ætlanin er.
Sjálvur sigur Álvur, at hann ongan negativur viðmerkingar hevur fingið, og eingin hevur sent pappírini aftur retur.
Er tú so ein fundamentalistur?
?Eg byggi á eitt kristiligt fundament, og so kunnu tey kalla meg, hvat tey vilja, sigur Álvur Kirke.
Virðið ivasamt
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni hevur Álvur Kirke tikið stig til at savna inn undirskriftir í mótmæli til yvirlýsingina frá teimum mongu føroyingunum herfyri.
Spurningurin er so bara, hvat virði ein sovorðnar undirskriftir hava.
Eyðfinn Jacobsen, advokatur hjá Faroe Law, sigur, at tílíkar undirskriftir er meiningavísandi í demokratinum.
Fòlk kunnu sum einki skrivað fleiri nøvn.
?Tað er sjálvandi ikki loyvt at falsa, men í hesum førinum fær tað bert moralskt eftirspæl. Tann einstaki bindur seg ikki til nakað - hann sigur bert sína hugsan alment, sigur Eyðfinn Jacobsen.
Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni, sigur, at teir ikki gera nakað við at kanna undirskriftar.
?Undirskriftar kunnu fáa politiska ávirkan, men annars hava tær einki at siga, sigur Sjúrður.
Hann vísir á, at í ávísum statum í USA kunnu nógvar undirskriftir fáa ávís uppskot ígjøgnum. Við innsavnan av undirskriftum til nýggjan flokk eru heilt aðrar reglur galdandi, sigur Sjúrður.
Álvur Kirke veit ikki heilt, hvørja mannagongd hann fer at velja.
?Nøvni verða tald upp, og originalurin veðrur latin løgtingsformanninum, men í fyrstu atløgu verða nøvnini ikki almannakunngjørd, sigur Álvur Kirke.