- Tey halda meg vera púrasta svakan

- Mær hevur altíð dámað væl at rógva. Nú vil eg fegin gera nakað, sum eingin annar føroyingur hevur gjørt áður - at rógva teir 300 fjórðingarnar tvørtur um Atlantshavið við mettíð, sigur 38 ára gamli, Livar S. Nysted úr Hvannasundi. Nýggjársaftan setist hann við árarnar umborð á bátinum »La Mondiale« á Kanarisku Oyggjunum. 30 dagar seinni er ætlanin at leggja at í Barbados

Hvannasund: - Eg vil ikki nevna meg sjálvan ónormalan. Men at rógva ein slíkan tein, er í øllum førum ikki nakað sum vanlig fólk kunnu gera, sigur hann við einum brosi.

At rógva tvørtur um Atlantshavið er roynt so mangar ferðir áður. Men tá hevur tað altíð tikið longur enn ein mánað.

Ein av felagsskapunum sum hava roynt hetta eru menn í Ocean Row Events. Í januar í ár róðu teir úr Kanarisku Oyggjunum til Barbados eftir 33 døgum, men við tí sterka Livari Nysted og 12 øðrum monnum er ætlanin at stytta um ferðina við trimum døgum.

Gongst sum ætlað, leggja teir til brots úr Kanarisku Oyggjunum nýggjársaftan. Og so skuldu teir helst tikið seinasta takið inn til Barbados 30 dagar seinni.

- Hetta er als ikki ein ómøgulig uppgáva, tí mett verður, at okkara manning er væl betri fyri enn tær undanfarnu. Men so skulu vit heldur ikki møta stórvegis trupulleikum á ferðini, eins og vindur og streymur mugu verða okkum til vildar.

- Gongur alt hetta upp í eina hægri eind, kunnu vit leggja at hinumegin Atlantshavið seinast í januar mánaði, sigur Livar Nysted spentur á málinum.

Seinastu átta mánaðirnar hevur hann vant miðvíst fram ímóti hesi stóru og kravmiklu avbjóðingini. Men so er tað eisini liðugt:

- Eg havi róð í nógv ár, og havi havt fleiri stórar avbjóðingar á árabáti. Hetta verður helst endin á tíð míni sum rógvari!


Síggi ferðina fyri mær

Hjá Livari og øllum hinum monnunum umborð á »La Mondiale« ræður fyrst og fremst um at vera væl fyri likamliga og fíggjarliga, tí ein slík ferð kostar nógvan pening bæði í fyrireiking og í mistari inntøku.

Hetta er somuleiðis ein kostnaðarmikil ferð hjá manningini. Livar hevur roknað út, at luttøka hansara í ferðini tvørtur um Atlantshavið kostar honum 150.000 krónur, umframt ferðaseðlar og aðrar útreiðslur í hesum sambandi.

Ein annar líka so stórur týdningur er at vera væl fyri sálarliga ella mentalt. Henda fyrireikingin er kanska tann týdningarmesta, tí tá saman um kemur og tá tað fer at standa á hjá monnum, er tað henda styrkin sum skal takast fram og brúkast teir seinastu fjórðingarnar á mál í Barbados.

Hvussu hevur Livar so fyrireikað seg til henda partin av ferðini? Livar er skjótur at svara:

- Sohvørt sum eg eri komin í betri og betri venjing, havi eg líkasum sæð ferðina fyri mær í mínum innara eyga. Og skal eg vera heilt erligur, so er longu langt síðani at eg byrjaði at njóta túrin.

- Tað er kortini hopleyst at siga, hvussu túrurin fer at verða. Men tað ræður um at hugsa um allar hugsandi trupulleikar, tí hetta verður ein harður túrur. Eingin ivi um tað, slær ungi sundamaðurin fast.


Ítøkiligar ynskidreymar

Tann, sum tosar við Livar S. Nysted, skal ikki hava hoyrt hann tosa rættiliga leingi, fyrrenn ein skilir at hann brennur fyri tí, sum hann ger.

Aftrat stóra áhuga sínum fyri hesi ferðini, er hann eisini væl bygdur kropsliga og førur fyri at taka við stórum og langligum – og kanska eisini monotonum – avbjóðingum.

Í nógv ár høvdu hann og ein vinmaður hansara, Fróði Waag úr Klaksvík tosað um at rógva tvørtur um Atlantshavið. Hetta vóru ikki bert ynskidreymar, men teir arbeiddu heilt ítøkiliga við eini slíkari ætlan.

Teir vóru báðir við »Havrenningi«, sum setti á at rógva millum Klaksvík og Hetlands fyri trimum árum síðani, men høvdu kortini sett sær eitt størri mál fyri. Fyri Fróða verður henda ætlanin ikki veruleiki, tí hann í løtuni arbeiðir innan flogferðslu í arabiska landinum Qatar.


Áratøk til veruleika

Men Livar er hinvegin púra sannførdur um, at hann ætlar at gera áratøk til veruleika – at rógva seg fram til eitt met í havrógving.

Hann gjørdi ikki mætari, enn at seta seg væl til rættis frammanfyri telduna og síðani leita á alskyns heimasíðum eftir onkrum øðrum rógvarum, sum gingu við somu hugsan sum hann um havrógving.

Hepnið var við honum. Hann kom fyrr í vár fram á nakrar menn úr Onglandi, sum vóru í ferð við at fyrireika júst somu ætlan sum hann hevði havt. Livar gjørdi ikki mætari enn at seta seg í samband við teir umvegis teldupost.

- Eg fekk svar aftur frá teimum beinanvegin. Teir vóru áhugaðir at hitta meg, fyri at hoyra nærri um mínar ætlanir um ferðina.

- Vit prátaðu saman um hetta, og avgjørt var at eg skuldi gerast ein partur av hesi spennandi ferðini, greiðir Livar íðin frá.

Hetta ídnið hansara helt fram við hørðum venjingum frá fyrsta degi av. Herfyri var hann á sera harðari venjingarlegu í Skotlandi saman við hinum rógvarunum, eins og greitt varð frá í Sosialinum næstseinasta vikuskifti.


Stórur áhugi

Ætlanin er, at teir skulu leggja til brots úr Kanarisku Oyggjunum á nýggjárinum.

Júst, hvat Livar fer at brúka ferðina til, dugir hann ikki heilt at siga enn. Úrslitið kann gerast ein bók, eins og gjørt varð, tá Tróndur Patursson á sinni ferðast við húðabátinum »Brendan« úr Onglandi, umvegis Føroyar, Ísland og Grønland til Norðuramerika.

Hinvegin væntar Livar sær so mikið nógvar upplivingar á ferðini, at tað fer uttan iva at verða nóg mikið tilfar til fleiri fyrilestrar.

- Mær hevur í øllum førum dámað sera væl at hoyra um slíkt brøgd. Og eg ivist ikki í, at tað er mong onnur sum hava sama áhuga sum eg – serliga tey sum rógva kapp.

- So eg vænti, at nógv fara at fylgja við ferðini. 





Hetta verður harðari enn Hetlandsferðin

Á sumri 2005 herfyri avgjørdi manningin á kappróðrarbátinum »Havrenningur«, sum er tað gamla áttamannafarið »Nevið Reyða« at gera eitt bragd: At rógva allan teinin úr Klaksvík til Hetlands.

Við á hesi ferðini vóru Livar Nysted, Símin Esmar Vágsá, John Erik Fredriksberg og Fróði Waag.

Hesin túrurin tók einans seks dagar, men teir komu ikki heilt á mál, tí teir máttu gevast orsakað av illveðri á leiðini, bert 18 fjórðingar úr landi.

- Tað var sera harmiligt, at vit máttu gevast so stutt úr landi. Men eg fekk so í øllum førum ein forsmakk uppá, hvat tað vil siga at rógva millum lond.

- Men henda ferðin við La Mondiale verður av heilt øðrum slagi.

Nú skal so næsta bragdið fremjast í verki. Áðrenn tað, skulu í milliónatali av áratøkum takast tvørtur um Atlantshav!




Tíðarætlan hjá Livar S. Nysted

Hálvan desember: Fer úr Hvannasundi til Kanarisku Oyggjarnar

Fram til nýggjárs: Rigga bátin til og gera seinastu fyrireikingarnar. Út at royna bátin

Nýggjársaftan: Lagt verður til brots úr Kanarisku Oyggjunum

30 dagar seinni – vónandi: Eitt heimsmet er sett, tá tikin verða seinastu tøkini við Barbados




Dreymur um tað ógjørda

Tá tað frættist um ætlanina hjá Livari og hinum á »La Mondiale«, byrjaðu fólk beinanvegin at tosa saman um hetta.

Úttalilsini vóru mong í hesum sambandi Summi hildu hann vera púra øran at útseta seg fyri slíkt á hávetri við stormi og vánaligum líkindum. Onnur ynsktu honum góða ferð og vónaðu at teir fóru at koma á mál.

Støðan er jú hon, at á tí breiddarstiginum teir seta kós, er vanliga gott veður í januar mánaði. Teir hava í øllum førum streymin við sær, og vóna eisini at vindurin verður teimum til vildar allan tann 3050 fjórðingar langa teinin um havið.

Hann fekk haraftrat fleiri ferðir tann viðkomandi spurningin, hví í víðu verð hann yvirhøvur vildi útseta seg sjálvan, konuna og børnini fyri slíkari vandamiklari avbjóðing.

- Hatta er tann stóri og ikki minst, tann góði spurningurin. Tað er ringt at geva eitt stutt svar uppá handa spurningin, men tað hevur nakað við at útfordra meg sjálvan ... og ja, eisini hetta við at leita eftir spenningi, greiðir hann frá.

- Eg havi altíð havt ein dreym um at gera nakað, sum eingin annar hevur gjørt!

Saman við áðurnevnda, Fróða Waag tosaðu teir fyrst um at rógva til Hetlands, men síðani mentist henda hugsanin til eisini at umfata havrógving úr Kanarisku Oyggjunum og allan vegin tvørtur um Atlantshavið til Barbados.

Sum ein part av fyrireikingum sínum hevur Livar lisið eina bók um tveir norðmenn, sum róðu sama teinin seinast í 1800-talinum.

- Hetta var ein ótrúliga spennandi bók, skal eg siga tær. Hon gav mær av sonnum blóð á tonnina og ein øgiliga hug at gera tað sama sum teir!