Tey hittast í dalinum í Fløtugerði

Felags fyri ÍF og B36 er, at tað higartil ikki hevur hilnast soleiðis, sum tað varð vónað

Tað eru tveir partar, ið kenna seg í aldudalinum, sum seinnapartin hittast í Sarpugerði. B36 hevur 13 stig og er eftir 4-0 tapið í Klaksvík 12 stig frá toppinum. ÍF hevur eftir 5-1 tapið í Sarpugerði 8 stig og er á sjeynda plássi – eitt stig aftanfyri EB/Streym.

Tá ið ÍF næstsíðsta sunnudag var á Tórsvølli, varð B36 roknað at vera stórfavorittur. Tað endaði 2-2, eftir at ÍF eina løtu var frammanfyri 2-0. B36 verður aftur í dag roknað at vera favorittur, men veddararnir eru ikki so vísir í síni søk, sum teir vóru næstsíðsta sunnudag.

Bogi Reinert-Petersen sá gula kortið fyri fjórðu ferð, tá ið ÍF sunnudagin var í Sarpugerði. Tað kemur illa við, at hann er leibannaður ídag.

Hjá B36 var Lukas Enevoldsen eftir skaðasteðg á beinkinum síðsta sunnudag. Spurningurin er, um Dan Brimsvík fer at seta Lukas Enevoldsen undir liðina á Andriasi H. Eriksen í miðverjuni, ella um Bjarni Petersen aftur í dag fer at fáa møguleikan.

Brian Jakobsen hevur verið fyrsta val í álopinum, síðani Sebastian Pingel varð skaddur. Brian er darvaður av skaða, og í Klaksvík var hann alla tíðina á beinkinum.