Tey kongaligu vitja í Løgtinginum

Kongaliga fylgið hevur í morgin vitjað í Tinganesi og í løgtinginum. Nú verður farið í kirkju í Hoyvíkar Kirkju. Eftir at hava vitjað landsstýrið koyrdi fylgið við drotningini úr Tinganesi niðan í Løgtingið.

Í løgtinginum bjóðaði Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, vælkomin og heilsað varð uppá 1. næstformann Jógvan á Lakjuni, 2. næstformann Alfred Olsen og 3. næstformann John Johannesen og løgtingsstjóran Súsonnu Danielsen.

Løgtingsformaðurin fylgdi drotningahjúninum til lobbyumráðið uppi á 1. hædd har løgtingsformaðurin bjóðaði vælkomin, og drotningahjúnini heilsaðu upp á løgtingslimir. Bjóðað varð kaffi og kransakaka.

Klokkan 11 fer drotningin og fylgi til gudstænastu í Hoyvíkar Kirkju. Seinast drotningin vitjaði legði hon grundarsteinin til kirkjuna.