Tey menningartarnaðu fáa okkum at steðga á

Í gjárskvøldið byrjaði landsstevnan hjá Javna, sum endar við stórari veitslu á Hotel Føroyum í kvøld. Vit hava prátað við nýggja formannin, Malenu Arnholdsdóttir. Hon sigur, at tað er ikki av misgávum, at tey menningartarnaðu eru okkara millum. Tey eru ein náttúrligur partur av lívinum og gera, at vit av og á noyðast at steðga á í jagstranini eftir tí fullkomna

Í gjárskvøldið klokkan nítjan setti Høgni Hoydal, landsstýrismaður við mentamálum, landsstevnuna hjá Javna.
          Evnið á almenna fundinum var: ?Framhaldsskúli til ung við menningartarni?.
          Í samband við landsstevnuna, fer M?as Blues Band at syngja og spæla í Grasagarði klokkan 11 fyrrapartin í dag. Beata L. Samuelsen fer at halda røðu, og frítíðarklubbin fer at selja bollar og kakao.
          Ársveitslan hjá Javna, sum er nakað heilt fyri seg, verður í kvøld á Hotel Føroyum. Gestarøðari verður, Beinta Haraldsen, og M?as Blues Band fara at spæla til dans.
 
Nýggjur formaður
 
Á ársaðalfundinum hjá Javna herfyri, varð Malena Arnholdsdóttir á Skála vald til nýggjan formann.
          Malena er fødd tann 21. apríl 1952 í Fuglafirði, triðja barnið av seks hjá Steinvør og Arnhold Olsen. Hon eigur 4 børn, Margit, Arnvør, Jákup Petur og Ólav. Ólavur er 18 ár og er menningartarnaður.
Eftir loknan fólkaskúla í 1970, fór Malena á bíbliuskúla í Onglandi og Týsklandi. Í 1976 tók hon útbúgving sum sjúkrasystir á Føroya Sjúkrasystraskúla og arbeiddi á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Árini 1978-80 starvaðist hon sum heimasjúkrasystir í Fuglafirði.
Frá 1987-92 var hon leiðari fyri dagrøktini á Skála.
Seinastu trý árini hevur hon verið næstformaður hjá Javna.
Í løtuni starvast hon á Eyturoyar Røktar- og Ellisheimi, haðani hon hevur fingið farloyvi frá 1. mai.
 
Allan armin
 
Malena er sera spent uppá formansstarvið.
-         Eg ætli at geva tí allan armin, sigur hon.
Hon ætlar at stríðast fyri, at tey menningartarnaðu verða líka fyri
lógini. Hon sigur, at tey, ið bera brek, mugu kompenserast fyri sítt tarn. Hon nevnir dømi við hurðum, ið sjálvar fara upp, tá vit nærkast teimum.
-         Ein, ið ikki sjálvur fær latið eina hurð upp, merkir ikki so nógv
til sítt tarn, tá hurðin sjálv fer upp. Og verður samafelagið innrættað við hesum í huga, so verður nógv lættari at verða brekaður í Føroyum, sigur hon.
         
 
Bústað og arbeiði til øll
         
Nógv við menningartarni hava einki arbeiði. Tí hava tey einki at fara upp til. Av tí sama, hava tey heldur onga frítíð.
          - Vit kunnu ikki siga annað enn, at umstøðurnar hjá teimum menningartarnaðu í dag eru nógv betur enn fyri bert fáum árum síðani. Men tá tað kemur til menningartarn og arbeiði, so er nógv verri statt nú enn fyri 50 árum síðani. Tá vóru øll við í dagliga arbeiðnum, eisini tann, sum bar brek, sigur Malena.
          - At hava ein bústað og kunna velja, hvar og hvørjum tú vilt búgva saman við, eigur eisini at vera ein sjálvsagdur rættur hjá teimum, ið bera brek, sigur hon.
          Hon sigur eisini, at tað er ógvuliga umráðandi, at tann menningartarnaði sleppur at búleikast í heimliga umhvørvinum.
-         Tað er ikki rætt, at tey menningartarnaðu og avvarðandi
teirra skulu noyðast at flyta av bygdini, sigur hon.
         
Uppá gott og ilt
 
Malena sigur, at tey menningartarnaðu eru eins og øll onnur menniskju uppá gott og ilt. Men tey siga tingini greiðari enn vit, og sjáldan ber til at misskilja, hvat tað er, tey vilja siga okkum.
          - Tey menningartarnaðu eru ikki her av misgávum. Tey eru her til at fáa okkum at steðga á í jagstarnini eftir, at alt skal vera ?fullkomið?. Tey lata eygu okkara upp fyri, hvussu fjøllbroytt lívið í veruleikanum er, sigur nýggja forkvinnan hjá Javna.
          Malena Arnholdsdóttir fegnast stórliga um, at løgtingið týsdagin  samtykti, at ung við breki eisini skulu hava eitt skúlatilboð.