Fyri tey avvarðandi helt Jens Kannuberg røðu. Beiggi hansara, tann 18 ára gamli Egil Jacobsen, var ein av manningini á Stellu Argus. Foreldrini vóru Jana og Óli Jacobsen. Tey vóru tilsamans níggju systkin, átta brøður og ein systir. Egil var triðiyngstur, og Jens var triðielstur. Hann var 24 ár tá og sigldi, men hann var heima júst, tá ið Stellan fórst.
Jens segði:
Eg eri sera takksamur yvir, at eg kann vera saman við tykkum hendan dagin, her henda talandi mynd verður avdúkað.
Við hesum minnisvarða vísir reiðaríið Kimbil við Aksel Hansen sum reiðara eina sigandi og djúpa samkenslu við mína heimbygd og okkum øll, sum vórðu rakt av teirri syrgiligu hending, tá ið trolarin Stella Argus fórst norðanfyri Føroyar á heysti 1957.
Sjálvur var eg heima hetta minniliga heystið. Eg minnist tað sum í gjár, tá ið hesi sorgarboðini komu til bygdina um, at Stella Argus møguliga var burturgingin.Tað gingu fleiri dagar, har skip leitaðu norðanfyri Føroyar, men einki spurdist burtur úr leitingini.
Hesir dagar vóru spennandi, men eisini tungir at fara ígjøgnum, til tað endaliga var staðfest, at Stella Argus var burturgingin við allari manningini.
Manningin taldi 22 mans. Av hesum vóru 10 hiðani í sóknini. Fýra av teimum vóru brøður, so hetta var svár tíð fyri plássið her.
Eg minnist, hvussu tungt hetta heystið var at koma ígjøgnum, tí sorgin hevði lagt seg sum eitt teppi yvir bygdina. Her í bygdini vóru mammur, pápar, konur, gentur, børn og systkin rakt. Ja, øll bygdin var nívd av sorg.
Eg minnist, at jólini vóru týðiliga merkt av sorgini, tí plássið í heiminum var blivið tómt, og stólurin við jólaborðið stóð tómur eftir hann, sum ikki kom heimaftur.
Eisini minnist eg, at hesi jólini sum onnur jól blivu jólaheilsur sendar úr Danmark. Millum hesi, sum sendu, var ein ungur drongur úr Kvívík, sum sendi jólaheilsur heim til sína familju og kenningar. Men hann gloymdi ikki tey mongu, ið vóru rakt av sorgartilburðinum. Hann endaði jólaheilsanina við tveimum versum úr einum jólasálmi:
Ei brim við strond, ei ísur í skor
Kann Jesusi forða vegin.
Hann stígur inn fyri fátæksmansborð,
Hvar lítil er jólagleðin.
Og Jesus fer í smáttuna inn,
Blíð orð hann til gomul talar.
Hann klappar bleiku barnakinn,
Av himli tá gleðin dalar.
Góð og lívgandi orð til øll, sum vóru nívd av sakninum eftir sínum kæru.
Tað verður ofta tikið til, at tíðin lekir øll sár. Men eg vil siga tað á ein annan hátt: Harrin vil hjálpa okkum at lekja tey sár, sum vit fáa gjøgnum lívið á ein slíkan og vísan hátt, at merkið eftir sárið verður standandi. Vit hava øll gott av at steðga á og verða ámint til dømis við ein minnisvarða, men eisini gjøgnum Guds orð, sum sigur okkum, at tað er eitt lív aftaná hetta lívið.
Í Amos 4.kap., 12. vers stendur: “Ger teg til reiðar at møta Gudi tínum.” Ein áheitan til okkum øll.
Eg vil vegna mína heimbygd Kvívík bera reiðarínum og Aksel Hansen eina hjartans tøkk fyri tykkara djúpu og inniligu samkenslu, sum tit vísa okkum øllum á hesum staði við hesum sigandi og sermerkta minnisvarða.
Má Harrin vælsigna tykkara virki og má Harrin verða við okkum øllum. Takk fyri.
Joakim hevði ongan hug at fara avstað
Vit hava eisini tosað við onnur avvarðandi og hava fingið okkurt íkast afturat til hesa søgu. Eitt er um kokkin Joakim Hansen úr Hósvík. Hann og konan Anna áttu seks børn, og hon skuldi innan stutta tíð eiga sjeynda barnið. Afturat hesum livdi hon ikki væl. Kim vildi vera heima hjá konuni og hevði tí ongan hug at fara avstað hendan túrin. Men tað var bara hopleyst at fáa nakran annan kokk. Kim bað onkran fara fyri seg, men hetta lá heldur ikki fyri. Afturat hesum hevði Kim havt onkran dreym, sum gav honum ring ánilsi.
Hann hevði eini serlig evni at síggja nær fólk doyðu. Hesi evni hevði hann ikki frá fremmandum. Systir hansara Petrea hevði eisini líknandi evni og hevur verið greitt frá hesum í FF-blaðnum í 2005. Joakim fer tískil avstað, og tað gekk sum tað gekk.
Anna verður innløgd á hospitalið, áðrenn hon skuldi eiga, og hon eigur son tann 29. oktober. Tað vil siga, at hetta er sama dag, sum Stella Argus varð saknaður. Tískil hevði Kim Anfinn 50 ára føðingardag nú týsdagin.
Boðini um lagnuna hjá manninum fekk Anna frá yvirlæknanum Paula Dahl. Bjarni, beiggi Joakim, greiður frá hvussu hann minnist dóttir Joakim, Jensina, sum tá var 13 ára gomul og eitt systkinabarn hennara, sita støðugt upp t radionum at frætta nýtt.
Sjálvur skuldi Bjarni giftast júst um hesa tíðina, men brúdleypið varð útsett nakrar mánaðir. Anna er deyð fyri fleiri árum síðani.
Hevði kókað manninum seyðarhøvd til døgurða
Tað eru ikki nógvar eftir av einkjunum, men vit hava prátað við ta 81 ára gomlu Jacobinu Jacobsen. Hon var gift við Oskar Jacobsen, sum var kyndari við Stella Argus. Sjálv er Jacobina úr Hósvík, men tey giftust til Válir, haðani Oskar var ættaður. Men tey vóru byrjað at byggja í Hósvík og skuldu flyta hagar.
Hendan dagin, Oskar var væntaður heim, hevði Jacobina kókað seyðarhøvd, so maðurin skuldi fáa ein góðan døgurða, nú hann kom heim. Tí kom tað sum ein bumba, tá tíðindini hoyrdust í útvarpinum um, at leitað varð eftir skipinum.
Oskar hevði annars siglt undir øllum krígnum og var sloppin væl burtur úr tí, og nú skuldi hann fara í størsta forlissinum aftaná bardagan.
Jacobina hevði eisini droymt um hesa tíðina. Hon droymdi, at hon stóð í vindeyganum og sá Oskar koma niðan móti húsunum hjá teimum. Hann kemur niðan ímóti kirkjuni, men tá ið hann fer framvið kirkjuna, hvørvur hann. Hetta kundi væl skiljast sum eitt “varsil”.
Jacobina var við barn, tá ið Oskar fórst, og tann 12. mars átti hon eina dóttir. Men samstundis átti hon eina trý ára gamla dóttir, Lisbeth, sum var so illa sjúk í høvdinum. Hon doyði eitt ár aftan á pápan. Tey vóru fýra børn, so nú gjørdust bert trý eftir.
Beiggjarnir hjá Jacobina hjálptu henni at gera húsini liðug, og tá flutti hon til Hósvíkar. Har var nú ikki so lætt at lívbjarga sær, so 10 ár seinni flytir hon til Havnar, har hon fekk arbeiði sum vaskikona á røktardeildini á landssjúkrahúsinum. Her var hon tilsamans í 27-28 ár. Børnini hjá henni eru annars Kristian Martin, Sunneva og Osvør, sum býr í Íslandi.
Jacobina sigur, at tað sum hevur hjálpt henni gjøgnum lívið er eitt lætt sinnalag.
Rætting
At enda skal vera gjørd ein rætting til Miðvikuna í seinastu viku, har tað varð sagt, at Kitti Davidsen av Sandi hevði mist ein beiggja í eini flogvanlukku árið frammanundan. Hesin upplýsingur var úr grein í donskum blaði frá hesi tíðini. Hetta var skeivt. Beiggin Benadikt var jagarapilotur. Tað er rætt, at hann var úti fyri eini flogvanlukku, men tað eydnaðist honum at skjóta seg út í katapulti og lenda í fallskýggi, og bjargaði hann harvið lívinum.
Annars er Sosialurin fegin um at hava kunnað givið eitt íkast til søguna um Stella Argus. Tað verða sjálvsagt færri og færri sum minnast slíkt, sum liggur so langt afturi í tíðini. Tí er tað umráðandi, at minnið verður varðveitt við at kunna festa tað á blað, sum kann staðfestast. Tí fara vit eisini at takka øllum teimum, sum vit hava havt samband við, og sum hava gjørt hetta møguligt.