Tey rógva á Kambsdali leygardagin

BURN róður 3 verður á Kambsdali leygardagin

Gamalt var, at leygardagar streymaða ungdómurin til ítróttarhøllina á Kambsdali, tí har var dansur. Nú er nakað síðani, tað seinast var dansur í høllini á Kambsdali, men komandi leygardag verður kortini nógv fólk í høllini. BURN róður 3, ið er triðja umfar av FM í inniróðri, verður í høllini leygardagin.

 

Fyrstu rógvararnir leggja fyri klokkan 13, og so rógva tey til á leið klokkan 17.

 

Startrøðin sæst her.

 

innirodur.rsf.fo/2025/11/26/startrod-burn-rodur-3-2025-2026/