Tey søgdu at tey høvdu aldrin havt betri grannar

Tá ið tær vardu íbúðirnar í Vági skuldu takast í brúk fyri fimm árum síðani, savnaðu grannarnir inn undirskriftir ímóti tí. Í heyst fylti tann eini leigarin runt, og tá vóru hesir somu grannarnir í føðingardegi.

Gannahús tíni verða seld og stutt eftir flyta fýra menningartarnað í tey. Hvat heldur tú um tað? Hvørjir fyrimunir og vansar sært tú í hesum? Hvussu nógv samband vilt tú hava við tey og hvat kundi tú hugsa tær at gjørt saman við teimum?

Hetta var ein spurningur, sum varð settur bý- og bygdaráðslimum á økisfundunum, sum vóru kring landið mánakvøldið.

Eisini í Vági varð hesin spurningur settur - og svaraður.

Ikki minst hugvekjandi var søgan, sum Dánjal Bjarkhamar, býráðslimur í Vági fortaldi um tær vardu íbúðirnar, sum vórðu settar á stovn í Vági í 1993.

Tað er ein søga sum vísir, hvussu skjótt fordómar kunnu broytast og hvussu nógv hugburðurin til menningartarnað er broyttur seinastu árini.


Savnaðu undirskriftir

Dánjal Bjarkhamar segði, at tað var longu fyrst í nítiárunum at Vágs Býráð fór at arbeiða fyri at gera vardar íbúðir í einum húsum í Vági.

­ Men táið tað var mestsum klárt at flyta inn, hendi tað skelkandi, at Sosialurin skrivaði, at ³Sinnisbrekað vóru óynskt í Vági3

Tað, sum blaðið visti at siga, var, at grannar fóru at savna inn undirskriftir ímóti ætlanini.

­Grannarnir skuldu føla seg ótryggar tí ongin hevði kunnað teir um ætlanina, skrivaði blaðið.

­Eg má viðganga, at í Býráðnum var skelkurin stórur, at nakar kundi fáa seg til slíkt.

Men Dánjal Bjarkhamar segði, at Býráðið vildi ikki taka sær tykni av hesum, men fullførdi ætlanina, og stutt eftir fluttu trý fólk í tær vardu íbúðirnar.


Komu í føðingardag

Stórt meiri frættist ikki til alt hetta.

Ikki fyrrenn seinasta heyst, táið tann eini leigarin fylti 70 ár.

­ Ofta verður tosað um lagnunnar speiðsemi. Ikki veit eg, men tað vóru 48 fólk í føðingardegi hjá hesum leigaranum.

­ Millum gestirnar vóru allir grannarnir.

­ Og teir vóru allir samdir um, at tey, sum búðu í sambýlinum vóru bestu og friðaligastu grannar, ein kundi hugsa sær.

Dánjal Bjarkhamar segði, at soleiðis vóru fólk so ymiskt.

­ Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk tola av einum og ørðum.

Men sjálvur helt hann, at fekk hann menningartarnaðar grannar, hevði hann ikki sæð øðrvísi uppá tað, enn hann hevði gjørt uppá aðrar grannar.

­ Eg haldi, at tey hava somu rættindi sum allir aðrir samfelagsborgarar og eiga at verða viðfarin sum øll onnur.

Dánjal Bjarkhamar ivaðist ikki í, at tað eru tey allarfægstu, sum hava nakrar fordómar ímóti teimum menningartarnaðu.


Ikki øðrvísi enn onnur

Allir hinir, sum sótu við pallborðið vóru samdir við Dánjali.

Ásbjørn Berg segði, at hann gjørdi ikki mun á fólki og flutti nakar menningartarnaður í hansara grannalag, skuldu tey vera hjartaliga vælkomin.

Men hann helt at tað bar væl til at venda spurninginum við.

­ Tað verður spurt, hvat tú hevði gjørt, um menningartarnað flutti í grannahúsini og hvat eg hevði viljað havt við tey at gjørt.

­ Vit kundu tað sama vent spurninginum við og spurt tey menningartarnaðu, hvat tey høvdui sagt til at búð undir liðini á mær og hvat tey høvdu viljað havt við meg at gjørt, og um tey høvdu tíma at tosa við meg.

Ásbjørn Berg segði, at hann roknaði við, at tey vóru sum fólk flest, at tað vóru ikki øll, sum tey vóru hugað fyri at hava nakað serligt samband við.

Men hann minti eisini á, at tað var ikki bara at hjálpa menningartarnaðum.

Øll hjálp skal gevast við varsemi, tí at hjálpa ov nógv er eisini at taka tey av ræði. Eisini tey vilja vera so sjálvbjargin sum gjørligt so tað er ikki rætt at bera tey á lógvunum.

Jacob Vestergaard sigur, at um hann fekk ein menningartarnaðan granna, hevði hann ikki mett hann øðrvísi enn ein annan granna.

­ Hann vísti eisini á, at tað ræður um at varðveita so nógv fólk í økinum sum gjørligt, tí fólkatalið minkar so nógv.

­ So at reka fólk burtur afturat, tí tey ikki hava møg- uleikan at vera heima, kann aldrin vera rætt.

Somuleiðis helt Levi Niclasen at tað hevði ikki verið nakar trupulleiki hjá sær at búð uppat einum menningartarnaðum.

­ Men eg haldi, at tað verður alla tíðina sett fram sum tað eru vit, sum skulu seta teimum treytir. Tað haldi eg er skeivt. Tað kunnu einsvæl vera tey, sum seta okkum treytir, helt Levi Niclasen.

­ Og so er tað spurningurin um vit høvdu viljað havt nakað við tey at gjørt.

­ Vit kundu einsvæl vent spurninginum á høvdið og spurt, um tey høvdu viljað havt nakað við okkum at gjørt, helt bygdaráðsformaðurin í Hvalba.

Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri helt, at hugburðurin til tey menningartarnaðu var ómetaliga nógv broyttur seinastu árini.

Sjálvur helt hann, at høvuðsorsøkin var, at nú eru tey heima hjá okkum sjálvum.

­ Bara fyri einum mansaldri síðani vórðu nógv menningartarnað send av landinum.

­ Tey vóru bara heima onkra summarferiu, men hvørja ferð, vit møttu teimum á vegnum, vendu vit okkum við.

­ Í dag er støðan nógv øðrvísi. Vit síggja tey ímillum okkum dag og dagliga. ­ Ikki minst hevur tað havt týdning, at tey menningartarnaðu eru við í fólkaskúlanum so langt sum tey nú kunnu vera við. Og tað ger, at næmingarnir tíðliga venja seg við tey, sum eru øðrvísi.

Sjálvur helt Páll Vang, at tað var óneyðugt at gera so nógv akkurát tí spurninginum, tí fordómunum ímóti teimum menningartarnaðu eru føroyingar ³vaksnir frá3, sum hann tók til.


Greiðari reglur

Annars hevði hann lagt merki til, at tað varð sagt, at tað var almannastovan, sum hevði tikið stig til tey sosialu tiltøk, sum vóru framd í Vági, báði til sambýli og tann varda verkstaðin.

Páll Vang segði, at tað er gamaní at hava eina lóg.

­ Men í nógvum lógum manglar at standa hvør tað er, sum skal taka stig til hetta ella hitt.

­ Í lógunum manglar, at tað ítøkiliga stendur, hvør skal taka stig til tey mál, sum lógin fevnir um.

­ Er tað landsstýrismaðurin í almannamálum sum skal meta um tørv og seta tiltøk í verk? Er tað almannastjórin? Ella er tað hvør kommuna, sum í sínum lagi skal gera vart við tørvin.

Páll Vang segði, at so vítt hann visti, var onki skriv ella ynski hjá býráðnum frá stovnum ella felagsskapum sum vísir á, at tað, ella tað átti at verðið gjørt.

Annars endurtók býráðsformaðurin á Tvøroyri, at tað nyttaði onki at gera stuðulslógir uttan so at pengar fylgja við.

­Seinastu árini hava vit ferð eftir ferð sæð, at allar játtanir eru tiknar av ella skornar inn á bein. Men politikarar ³gloymdu3 at taka lógirnar av samstundis.

­ Tvs, at vit hava nógvar lógir, sum heimila stuðul til eitt og annað.

­ Men tað er ikki eitt oyra til taks, táið søkt verður um henda sama studning.

Hann vísti eittt dømi, sum hann mintust beint nú. Tað var, at Tvøroyrar Kommuna átti tríggjar milliónir í stuðuli til ein veg. Arbeiðið fór ígongd í vissuni um, at pengarnir vóru tøkir. Men uttan ávaring fekk so kommunan at vita, at hon fekk ongan studning kortini.

Páll Vang segði, at hetta eru treytirnar, kommunurnar arbeiða undir, eisini á sosiala økinum. Og tað ger, at ójavnin ímillum teir ríku og teir fátæku landspartarnar økist dag frá degi, tí tær ríku kommunurnar byggja út sum ongantíð fyrr.