Fótbóltur
Hóast veðurvánirnar sunnumorgunin ikki vóru nakað serligar fyri seinnapartin, so spældi tað bara væl av, tá ið 21. umfar var á skránni. Veðrið darvaði ikki fótbóltsspælinum á nakran hátt, tá ið fimm Formula dystir vórðu á skránni, og 21 mál vórðu skorað ella 4,2 í miðal í hvørjuim dysti.
Talan var um málríkastu uppgerð í hesum kappingarárinum, tá ið KÍ á heimavølli vann 6-3 á VB/Sumba. Frammanundan var uppgerðin á Argjum í 2. umfari, tá ið GÍ vitjaði, tann málríkasta. Ta ferðina var úrslitið 4-4.
Javnleikurin í toppuppgerðini við Løkin og heimasigrarnir hjá EB/Streymi og HB bóru við sær, at munurin millum tvey tey fremstu og tvey tey næstu minkaði tvey stig og er nú seks stig. Harvið hevur HB tríggjar tær seinastu ferðirnar tikið seg fýra stig inn á B36 og fimm stig inn á NSÍ.
Næstu ferð eigur HB avgreiðslusøk í Gundadali ímóti VB/Sumba, meðan NSÍ skal spæla í Streymnesi, har tað verður púra opið, meðan fullmannað B36 eigur at vera favorittur, tá ið árstalsfelagið fer at vitja í Gøtu.
Talvan boðar frá støðuni eftir 21 umfør. Síðani summarsteðgin eru fimm umfør avgreidd. Tað er eitt sindur misvísandi at gera støðuna upp eftir hesi fimm umførini, tí summi av toppliðunum hava spælt ímóti hvørjum øðrum eina og fleiri ferðir, meðan onnur bara hava spælt ímóti teimum niðaru á talvuni.
Í hesum fimm umførunum hava tey somu fimm, sum eru ovast á talvuni eftir 21 umfør, fingið mest burturúr, men røðin er eitt sindur øðrvísi. Merkisvert er tað, at HB hevur fingið fulla úrtøku og sjálvsagt tevjar dýrari málm í dag, enn teir gjørdu fyri einari viku síðani. Merkisvert er tað eisini, at klaksvíkingar hava fingið trettan stig burtur úr fimm umførum, meðan teir fyrr í summar bara fingu fimtan stig burtur úr sekstan umførum!
Síðani summarsteðgin er talvan farin uppaftur meiri í tveir partar, enn hon var tað undan summarsteðginum. At Skála úrtøkan hevur verið so lítil kemst eisini av, at skálamenn fimm tær seinastu ferðirnar hava spælt ímóti teimum, sum síðani summarsteðgin hava fingið mest burturúr og harvið teimum, sum nú eru ovast á talvuni.
Spurningurin er nú, hvussu tað fer at tørna út. Einki av teimum fýra fremstu hevur ráð at kiksa ímóti teimum niðaru á talvuni. Tað vil siga, at tað kann roknast við, at tað fyrst og fremst verða innanhýsis uppgerðirnar, sum fara at gera av, hvussu endaligu plaseringarnar fara at verða.
Sunnudagin var fyrsti stóri finaludysturin í Runavík. Um eina viku verður eingin Formula fótbóltur, tí landsliðið fer av landinum sunnudagin. Men so verða fleiri lyklauppgerðir á skránni: 16. september EB/Streymur-NSÍ, 23. september HB-EB/Streymur, 30. september NSÍ-HB, 21. oktober EB/Streymur-B36 og 27. oktober B36-HB.
Tað kann framvegis væl hugsast, at hesin síðst nevndi dysturin saman við uppgerðini í Klaksvík henda sama leygardagin, tá ið NSÍ fer at vitja har norðuri, fara at hava lyklastøðu í FM stríðnum, um EB/Streymur ikki frammanundan fer at hava telvað seg í so mikið góða støðu, at felagsliðið henda dagin kann avgera á Sandi.
Úrtøkan í teimum fimm umførunum síðani summarsteðgin
V j t stig
HB 5 0 0 16-4 15
KÍ 4 1 0 13-6 13
B36 3 2 0 10-3 11
EB/S 3 1 1 11-6 10
NSÍ 3 1 1 10-5 10
AB 1 1 3 5-12 4
Skála 1 0 4 3-9 3
GÍ 1 0 4 6-13 3
B71 0 1 4 3-12 1
VBS 0 1 4 5-12 1