Tey tímaløntu hava í áravís verið við skerdan lut og eru tað framvegis

Hans Joensen, formaður, Havnar Arbeiðsmannafelag
-------

Tað er ikki rætt sum stjórin í Vinnihúsinum sigur í fjølmiðlunum, at tey starvsfólk, sum arbeiða á skrivstovu og í handli, eru við skerdan lut.
Millum onnur hevur stjórin í Vinnuhúsininum verið frammi og víst á, at tað ikki er rímuligt, at Løgtingið hevur tryggja teimum tímaløntu rætt til at vera heima hjá sjúkum barni uttan lønarmiss.
Stjórin í Vinnihúsininum vísti m.a. á, at skrivstovufólk á privata arbeiðsmarknaðinum ikki vóru fevnd av lógini.

Starvsfólk hava nógv betur lógarásett rættindi enn tey tímaløntu
Tað sum hvørki stjórin í Vinnuhúsinum ella útvarpið nevndi var, at starvsmannalógin, sum er galdandi fyri m.a. skrivstovufólk, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, geva starvsfólkum rætt til bæði løn undir sjúku uttan tíðaravmarking og uppsagnarfreist upp til 6 mánaðar, alt eftir starvsaldri.
Her er talan um lógarásett rættindi, sum fakfeløgini, sum umboða hesar starvsbólkar soleiðis ikki hava havt tørv á at reisa sum sáttmálakrøv.
So at siga eingir av limunum í arbeiðarafeløgunum eru fevndir av starvsmannalógini.

Arbeiðarafeløgini mugu við sáttmálasamráðingum stríðast fyri at fáa rætt til løn undir sjúku og longri uppsagnarfreist
Arbeiðarafeløgini hava ikki frá Løgtinginum fingið rætt til løn undir sjúku og upp til 6 mánaðar uppsagnarfreist, og tí mugu arbeiðarafeløgini, í sambandi við sáttmálasamráðingar royna at “keypa sær” hesi rættindi.
Bæði løn undir sjúku og 6 mánaðar uppsagnarfreist er ein sjálvsagdur rættur í øllum almennum sáttmálum, men Føroya Arbeiðsgevarafelag fer neyvan uttan víðari at geva limunum í arbeiðarafeløgunum hesi rættindi, hóast sama felag ger sáttmála við fakfelagið hjá skrivstovufólkum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum frammanundan hevur rætt til løn undir sjúku og upp til 6 mánaðar uppsagnarfreist sambært starvsmannalógini.

Vil Føroya Arbeiðagevarafelag ikki geva øllum somu sømdir?
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, um ynski hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, um felags treytir fyri løntakarar skal skiljast soleiðis, at tey tímaløntu nú kunnu vænta at kunna fáa løn undir sjúku og upp til 6 mánaðar uppsagnarfreist soleiðis sum starvsfólk hava.

Stórur ójavni er millum tey tímaløntu og tey sum eru undir starvsmannalógini
Sum eg havi nevnt omanfyri, so er rættuliga stórur munur á teimum rættindum, sum tey tímaløntu hava í mun til tey sum fevnd eru av starvsmannalógini.
Eg unni sjálvandi starvsfólkum rættindi teirra, men eg haldi tað er hugstoytt, at umboð fyri Vinnuhúsið harta Løgtingið fyri at bøta eitt lítið sindur upp á tann mun sum er í rættindunum hjá teimum tímaløntu í mun til tey sum eru fevnd av starvsmannalógini.
At enda skal eg takka teimum løgtingslimum, sum hava tikið undir við ynskjum okkara um at bøta um rættindi hjá vanliga føroyska arbeiðsfólkinum, tí hóast langt er eftir á mál, so er hendan lógarbroyting tó ein bati.
Tórshavn, tann 26.05.2011