1. mai kom verjumálslógin í gildi í Føroyum og hetta er eitt stórt framstig fyri tey fólk, sum eru so mikið veik, at tey higartil hava verið ómynduggjørd.
Eftir nýggju logini skal í hvørjum einstøkum føri gerast ein ítøkilig meting av, hvussu stóran týdning tað hevur fyri viðkomandi at fáa verja, og hvussu umfatandi verjumálið skal vera. Verjumálið má ongantíð vera meira umfatandi enn neyðugt.
Tey, sum eru ómynduggjørd, kunnu fáa broytt umfangið av verandi verjumáli, sigur Lene Moyell Joahnsen, fulltrúi hjá Ríkisumboðnum.
Øll, sum eru undir 18 ár og ikki eru gift, eru undir verjumáli. Tey eru ómyndug. Hetta merkir, at tey ikki kunnu gera bindandi avtalur um keyp og sølu, og tey kunnu ikki ráða yvir ognum sínum. Hava tey gjørt ein handil, kann handilin ganga aftur, tí keyparin hevur skyldu til at kanna, um keyparin er undir verjumáli.
Verjumál kunnu gerast fyri fólk yvir 18 ár, sum ikki eru før fyri at taka sær av sær sjálvum og umsita pening.
Verjin hjálpir
Eitt verjumál merkir, at persónurin fær ein verja, sum tekur avgerðir vegna persónin í teimum málum, sum verjumálið umfatar.
Í flestu førum er persónurin framvegis myndugur og ræður sær. Hann hevur eisini framvegis valrætt.
Skyldfólk, eitt nú systkin, kunnu vera verjar, men tá ið tað kemur til arv og onnur fíggjarlig mál, verður eitt óheft fólk sett til verja í tí málinum.
Nógvar aðrar broytingar eru í nýggju lógini, sum Ríkisumboðið í hesi vikuni fer at kunna nærri um. Ríkisumboðið sær tað sum sína skyldu at kunna um broytingarnar.
Tey fara at hava fund við skiftirættin, advokatar, røktarheimsfólk, Innlendismálaráðið, læknar, sjúkrahúsfólk, við verjar, politiið, kommunur, feløg, bankar og tryggingar.
Hóskvøldið kl. 19.30 verður almennur fundur í Miðlahúsinum um verjumálslógina.
Lene Moyell Johansen heldur tað vera eitt stórt framstig, at verjumálslógin er komin og avloysir gomlu lógina frá 1922 um ómynduggering.
- Nógv fólk hava brúk fyri at hava verja, men tey og teirra avvarðandi hava hildið seg aftur av ótta fyri ómynduggering. Nú er ikki neyðugt at ómynduggera eitt fólk, sum ikki er dement ella menningartarnað, soleiðis sum tað var frammanundan eitt nú í samband við arv ella annað, sum kravdi teirra undirskrift, sigur Lene Moyell Johansen.