TF Holding styrkir nevndarførleikar

TF Holding samtakið fór fyri einum ári síðani undir eina tillaging, sum skuldi føra til ein broytingar í, hvussu ovasta leiðslan í felagnum verður skipað, og nú eitt ár seinni, hava broytingarnar tikið skap. Eykaaðalfundurin í dag er ein týðandi varði í hesi tilgongd

Fyri einum ári síðani tók umboðsráðið fyrsta stigið til eina tillaging av leiðsluni í TF Holding og dóttirfeløgunum. Men longu tvey, trý ár undan tí, vórðu fyrstu tankarnir sprotnir um, hvussu felagið skuldi skipast.
- Har varð serliga nógv skeitt eftir, hvussu líknandi feløg skipa seg í øðrum londum, við serligum atliti at góðari virkisleiðslu. Góð virkisleiðsla snýr seg um, hvussu tú tryggjar, at feløg á nevndar- og leiðslustøði verða stýrd so væl sum gjørligt, sigur Regin Hammer.
Hetta er ein tilgongd, sum umboðsráðið tók til sín fyri longu fleiri árum síðani, og sum tók dik á seg í fjør.
- Í januar mánað í fjør varð farið inn í eina tilgongd, har málið var at liva upp til krøvini um góða virkisleiðslu, og harvið liva upp til ásetingarnar, hjá sonevndu Nørbynevndini, sum er nevndin fyri »god selskabsledelse« í Danmark, sigur Regin Hammer.
Eingi líknandi tilmæli finnast í Føroyum, og tí varð avgerð tikin um at fylgja donsku tilmælunum.
- Talan var í veruleikanum umeitt rættiliga slóðbrótandi stig hjá umboðsráðnum at taka, tí hetta er ikki nakað, sum er kravt av okkum, men hinvegin eitt ynski um at liva upp til hægstu standardir, sigur Regin Hammer.
Hetta merkti, at leitað varð eftir einum ráðgeva, og funnið var fram til ráðgevingarfelagið, Pluss Leadership, sum hevði verið við til líknandi tilgongdir, bæði í Danmark og øðrum norðanlondum.

Samtak
Kanningar vórðu síðani gjørdar av feløgum, sum líktust TF Holding.
- Teir hava síðani ráðgivið og tilmælt okkum, hvussu feløg av okkara slag verða skipað. Tá verður hugsað um feløg, sum eru cooperativ, ella sum limirnir eiga, sigur Regin Hammer.
Hesi verða nevniliga ikki skipað á eins sama hátt, sum vanlig partafeløg.
- Teir hava so víst á nøkur innsatsøki, sum vit kunnu arbeiða við, og tað er tí leistinum, vit hava fylgt, sigur Regin Hammer.
Talan er um fleiri ráð í høvuðsheitum.
- Tað fyrsta var at gera av, hvussu vit síggja okkum sjálvi. Síggja vit okkum sum eitt samtak, har øll feløgini arbeiða saman, ella síggja vit okkum sum eitt holdingfelag, har dóttirfeløgini arbeiða meiri ella minni sjálvstøðugt, sigur Regin Hammer.
Har tók so nevndin ta avgerð í heyst, at felagið skuldi virka sum eitt samtak.
- Tað merkir, at øll feløgini í samtakinum skulu draga somu línu, eftir somu meginreglum og somu visión, sigur Regin Hammer.

Tilráðingarbólkur
Ein av primeru tilmælunum var, at seta ein tilráðingarbólk.
- Pluss Leadership mælti til hendan tilráðingarbólkin, sum eisini er eitt av tilmælunum um góða virkisleiðslu kring um í heiminum, og hesum tilmæli hevur umboðsráðið fylgt, sigur Regin Hammer.
- Tilráðingarbólkurin skal gera tilmæli til aðalfundin um val av nevndarlimum, og tað skal gerast út frá førleikum og samanseting av einum liði, sigur Regin Hammer.
Hann vísir á, at tað hjálpir ikki hjá einum fótbóltsliði at møta við 11 áleyparum ella 11 málmonnum.
- Tað skal verða eitt ávíst førleikabýti í einari nevnd. Tað er neyðugt við fólki, sum klára ávísar kompetansur, meðan onnur klára aðrar, men sæð í einari heild, skulu tey virka sum eitt lið, sigur Regin Hammer.
Tað er ein av høvuðstankunum við tilráðingarbólkinum.
- Aðalfundurin hevur altíð ta endaligu avgerðina, og tað vil siga umboðsráðið, sum atkvøður á aðalfundinum. Men við tilráðingarbólkinum fáa vit eitt organ, sum kann ráðgeva og tilmæla umboðsráðnum at velja nevndarlimir, eins og tilmæla samsýningar til umboðsráð og nevnd, sigur Regin Hammer.
Tilráðinarbólkurin skal grundgeva væl fyri sínum tilmælum, tá tey verða løgd fram fyri aðalfundin.

Víðkað umboð
Eitt annað tilmæli er, at víðka umboðsráðið úr 23 upp í 35 limir.
- Hetta er so eisini nakað, sum Pluss Leadership eisini hevur rátt okkum til, og sum vit eisini hava valt at seta fram uppskot um til eykaaðalfundin í morgin, sigur Regin Hammer.
Hetta er aftur eftir einari samanbering við líknandi feløg uttanlands.
- Og tað er har, talið 35 kemur frá, og tað halda vit er eitt hóskandi tal, ikki minst út frá teirri sannroynd, at okkara samtak nú eisini umfatar ein banka. Tað merkir, at starvsfólkatalið í samtakinum er økt úr 120 til oman fyri 300, sigur Regin Hammer.
Hetta er ein liður í at tillaga felagið og er við til at geva fleiri tryggingartakarum beinleiðis lut í Ognarfelag Tryggingartakaranna
- Og tað er eisini hetta, sum hevur skinið ígjøgnum í allari tilgongdini, sigur Regin Hammer.
Samstundis verður mælt til, at valskeiðið hjá nevndini verður stytt.
- Higartil hevur nevndin verið vald fyri fýra ár í senn, men nú verður mælt til, at umboðsráðið endurmetur um nevndarlimirnar við styttri millumbilum. Mælt verður nú til, at nevndin skal sita í tvey ár, sigur Regin Hammer.
Hetta er eisini í samsvar við praksis í londunum uttan um okkum.

Avgjørt í dag
Eykaaðalfundur verður í TF Holding í dag, har høvuðspunktini verða:
• Valtíðarskeiðið hjá nevndini
• Víðkan av umboðsráði
• Valbæri hjá umboðsráði
- Hetta eru so nakrar av tilráðingunum, sum vit hava valt at seta á skrá, og sum krevja viðtøkubroytingar hjá felagnum, sigur Regin Hammer.
Hann heldur, at tilgongdin hetta seinasta árið serliga, hevur slóðað veg fyri tí, sum hendir í dag.
- Vit kunnu siga, at tað sum hendir á eykaaðalfundinum, er slóðbrótandi í føroyskum samanhangi. Talan hevur verið um eina langa og væl skipaða tilgongd, sum hevur vart í gott og væl eitt ár, og longri enn tað, sigur Regin Hammer.
Hann heldur, at talan verður um ein týdningarmiklan varða.
- Eg vænti ein spennandi dag, og eg gleði meg til hann, sigur Regin Hammer, stjóri í TF Holding og Tryggingarfelagnum Føroyar.