Fyrstu sekstan vikurnar í hesum árinum hava alarar selt 13.379 tons av landinum, og tað er eitt útflutningsvirðið uppá 347 milliónir krónur.
Somu tíð í fjør høvdu alarar bara selt 7.747 tons av landinum, og tað er eitt útflutningsvirðið uppá 209 milliónir krónur.
Meðalprísurin í ár er 26 krónur fyri kg, meðan meðalprísurin í fjør var 27 krónur fyri kg.
Hetta vísa tøl frá Havbúnaðarfelagnum. Hvørja viku senda øll kryvjivirkini í landinum eina uppgerð til felagið, sum telur saman.
Staðfestast kann, at útflutningurin er øktur munandi í mun til í fjør. Regin Jacobsen roknar við, at hesin vøkstur fer at halda sær í hesum árinum.
Árin frá ILA-sjúkuni merkjast ikki enn, men fara kanska at síggjast aftur í útflutningstølunum næsta ár ella seinni.